2017-05-24 08.20.17 HDR.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.05.2017

Ráðstevna um epilepsi á Hotel Føroyum

Í morgun kl. 8 byrjaði altjóða epilepsi ráðstevna á Hotel Føroyum. Umleið 100 luttakarar eru við á ráðstevnuni, harav 80 útlendingar.

Á skránni eru 22 fyrilestrar, framløgur og kjak, postarasýningar og framsýningar.

Fyrstur at halda fyrilestur í dag var Ingo Helbig, ph.d. og lækni á Children's Hospital of Philadelphia, USA. 

Ráðstevnan er í dag, hósdag og fríggjadag fyrrapart.  Skráin sæst her

Tað eru Amplexa Genetics og Danish Epilepsy Center, Filadelfia, sum eru fyriskiparar. MICE Faroe Islands hevur staðið fyri samskipan av tilmelding og praktiska arbeiðinum.