Politisku lyftini strektu ikki
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2008, sum júst er lagt fram, er eitt stórt vónbrot fyri Granskingarráðið. Landsstýrið hevur skotið upp, at Granskingargrunnurin skal fáa somu játtan í 2008 sum í 2007, tvs. 6.680 mió kr. Hetta eru 2 mió kr. minni enn undanfarna samgonga skeyt upp í oktober 2007. Ein óbroytt játtan er í veruleikanum ein niðurskurður, tí allar útreiðslur, sum játtað verður til, økjast í stórum í hesum døgum, meðan játtanin stendur í stað.
Útlitini fyri 2009 eru sambært FL 08 einki frægari, tí sama upphædd stendur eisini ætlað fyri 2009.
Uppskotið stendur í skerandi andsøgn við samgonguskjalið, undirskrivað fyrr í ár, har tað m.a. stendur:
Gransking
Gransking er fyritreytin fyri bæði búskaparvøkstri og samfelagsmenning sum heild. Tí verður styrkt munandi um granskingina í breiðastu merking, eins og vinnan verður stimbrað til eisini at fara undir miðvísa gransking. At fáa til vega nøktandi hagtalsgrundarlag er ein partur av hesi ætlan.
Tær eindir, sum í dag varða av granskingini, verða betur samskipaðar.
Málið er at nýta líka stóran part av BTÚ til gransking, sum OECD-mælir til.
Samgongan er sinnað at játta tann pening, ið krevst, til tess at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES.
OECD málið er 3 % av BTÚ, har av tað almenna í minsta lagi skal játta 1%. Við nýggja fíggjarlógaruppskotinum er tað tíverri farið eitt stórt stig skeiva vegin.