Søk stuðul til gransking áðrenn 17. februar 2025
Nú er latið upp fyri umsóknum um stuðul til gransking í 2025. Freistin er 17. februar 2025 kl. 12.
Tað eru tvær ymsar stuðulsskipanir, har til ber at søkja:
Stuðul til gransking. Hetta er við fyrivarni fyri, at Løgtingið játtar pening til skipanina í 2025. Játtanin í 2025 var 9 mió. kr.
Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking. Tað eru í hesum umfarinum upp til 3 mió. kr. tøkar at søkja. Játtanin kemur frá Frítíðargrunninum, sum varð umskipaður í 2022.
Fyri báðar skipanir er galdandi, at stuðul kann latast til gransking, ið verður:
- framd av føroyskum granskara ella
- framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn ella
- mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar
Tað er ásett, at stuðul kann latast verkætlanum við grund- og nýtslugransking:
- Ph.d.-verkætlanum
- Postfoc og øðrum verkætlanum, sum eru longri enn 6 mánaðir
- Vinnuligum granskingarverkætlanum (bara stuðul til gransking)
Tað er ein fyrimunur, at tann einstaka verkætlanin styrkir føroyska granskingarumhvørvið við:
- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri granskarar/granskingarstovnar og/ella vinnufyritøkur
- altjóða samstarvi og flytføri
Tað er krav, at í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingarráðnum. Minstamark fyri stuðli til eina verkætlan er 300.000 kr. Einki loft er fyri samlaðu fíggjarætlanina, men játtan frá Granskingarráðnum fer sjáldan væl upp um 1,1 mió. kr. til granskingarverkætlanir, ella 1,7 mió. kr. til ph.d.-verkætlanir.
Neyvari krøvini kunnu lesast her: Stuðul til gransking og Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking
Umsóknir skulu skrivast á enskum á umsóknarportalinum.
Umsøkjarar og stovnar ella fyritøkur, sum ætla at søkja eru vælkomin at venda sær til Granskingarráðið at fáa ítøkiliga vegleiðing. Teldupostur gransking@gransking.fo og telefon 567800.