f57943a8043bbd9c8c5b64a0ce7d850a.jpg
Skriva út
Lagt út: 03.12.2008

Ókend djúphavsdjór

Granskarar hava seinastu árini funnið fleiri enn 5300 nýggj sløg av havdjórum. Væntandi verða millum 200.000 til 250.000 havdjór lýst í frágreiðing, sum skal verða liðug í 2010.

Djúphøvini eru millum tey økini á jørðini, sum eru minst granskað. Einans fimm prosent av teimum sigast at vera kannaði av granskarum.

Síðan 2003 eru fleiri enn 5300 nýggj sløg av havdjórum funnin. Tað veit forskning.no at siga. Tískil eru djúphøvini sera spennandi og gevandi granskingarøki, sum kunnu geva vísindi nýggja vitan og broyta núverandi fatan á ymiskum økjum.

Stór granskingarverkætlan
Tey mongu nýggju sløgini eru funnin í sambandi við stóru granskingarverkætlanina Census of Marine Life. Granskingarverkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri enn tveytúsund granskarar frá ymiskum 83 londum.

Málið við granskingarverkætlanini er, at skráseta alt lív í havinum. Frágreiðingin skal verða liðug í 2010 og fer væntandi at hava lýsingar av millum 200.000 til 250.000 havdjór.

Les meir á heimasíðuni hjá verkætlanini her
Hygg eftir myndum, ið eru tiknar í samband við verkætlanina her

-------
Mynd: Tin-Yam Cham

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum