81ce2d926e3f45b749ac3b529a3318f8.png
Skriva út
Lagt út: 13.04.2015

NOS-HS verkstovur 2015

Norðurlendska samstarvsnevndin fyri gransking í hug- og samfelagsvísindaligum evnum, NOS-HS, lýsir eftir umsøkjarum til verkstovur 2015.

NOS-HS stuðlar røð av tveimum ella trimum verkstovum, sum verða fyriskipaðar í Norðurlondum í 2016 og/ella 2017. Talan skal vera um verkstovur við denti á ávís evni, sum verða skipaðar í tveir til tríggjar dagar við luttøku av serkønum vísindafólki.

Umsøkjari skal hava ph.d og tað verður sett sum treyt, at granskarar úr í minsta lagi tveimum ymiskum Norðurlondum eru partar í umsóknini, soleiðis at samlaða talið av umsøkjarum umboðar minst tríggjar stovnar í trimum Norðurlondum.

Freistin at søkja er 21. apríl 2015

Les meira um NOS-HS og umsóknartreytir: her
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum