Marin Strøm 2 greinar í altjóða tíðarritum
Marin Strøm, sum er Ph.D lesandi við Statens Serum Institut, hevur nýliga fingið tvær greinar prentaðar í altjóða tíðarritum.
Fyrra greinin, sum er prentað í American Journal of Clinical Nutrition í juli 2009, ber heitið “Fish and long-chain n–3 polyunsaturated fatty acid intakes during pregnancy and risk of postpartum depression: a prospective study based on a large national birth cohort.” Greinin snýr seg um, hvørt vandin fyri barnsburðartunglyndi er ávirkaður av, hvussu nógvan fisk ein kvinna etur, meðan hon er við barn. Funnið varð fram til, at hóast kvinnurnar, ið ótu nógvan fisk, vóru minni útsettar fyri tunglyndi árið eftir at tær høvdu átt, so sá hetta ikki út til at vera orsakað av teimum annars gagnligu omega-3 fitisýrunum. Link til greinina er her.
Seinna greinin, sum er prentað í The Journal of Clinical Psychiatry from Physicians Postgraduate í desember 2009, ber heitið “Leisure-Time Physical Activity in Pregnancy and Risk of Postpartum Depression: A Prospective Study in a Large National Birth Cohort”. Hendan greinin er um fysiska rørslu undir barnsburðinum og og um vandan fyri barnsburðartunglyndi.
Greinarnar eru partur av Ph.D.arbeiðinum hjá Marin Strøm, sum verður stuðlað úr Granskingargrunninum og av Fiskivinnugransking. Marin Strøm leggur í løtuni seinastu hond á arbeiðið, sum skal latast inn í næstum. Hon skal eftir ætlan halda fram við síni gransking í einum nýggjum granskingarsentrið, Centre for Fetal Programming, sum Sjúrður F. Olsen verður leiðari fyri.
Les um Marin Strøm í Heilagrunninum.