Fiskur verjir kvinnur móti hjartasjúkum
Marin Strøm hevur saman við øðrum givið út 2 greinar um kanningar av sambandinum millum fiskaføði og hjartasjúkur hjá yngri kvinnum, eina í høgt metta tíðarritinum Hypertension, og eina í tíðarritinum PLoS ONE.
Granskararnir hava í tveimum ymiskum dátasettum kannað kostin hjá barnakonum undir barnsburði og síðani fylgt hesum kvinnum í fleiri ár. Hetta var m.a. gjørt fyri at kanna, hvørt tað ber til at staðfesta tesuna um, at fiskaolja skal verja móti hjartasjúkum.
Í fyrru kanningini var tilfarið ein kohorta við uml. 8000 barnakonum úr Aarhus, ið vóru spurdar um kost, og síðani fylgdar í 15 ár viðvíkjandi tilburðum av hjartasjúku. Her var niðurstøðan, at tað ikki bar til at staðfesta eitt positivt samband, soleiðis at størri fiskaføði minkar um vandan fyri hjartasjúku. Hetta var møguliga tí at tilfarið var ov lítið til at kanna eina sjúku, ið hóast alt er sjáldsom millum yngri kvinnur.
Tískil varð farið undir eina líknandi kanning í tí stóra dátutilfarinum "Bedre Sundhed for Mor og Barn", ið er kohorta, sum fevnir um fleiri enn 100.000 barnsburðir, tað vil siga at gott 10 ferðir so nógvar kvinnur vóru í hesum kanningartilfarinum. Úrslitini av hesum greiningum vóru alt meira greið og vístu týðiligt samband, so at tær kvinnur, ið ikki høvdu etið fisk, høvdu 50-300% størri vanda fyri hjartasjúku, alt eftir hvørjari eksponering, ið hugt varð at.
Greinin í Hypertension kallast: "Fish, n-3 fatty acids and cardiovascular diseases in women of reproductive age. A prospective study in a large national cohort." Les samandrátt av greinini her.
Greinin í PLoS ONE kallast: "Fish Consumption Measured during Pregnancy and Risk of Cardiovascular Diseases Later in Life: An Observational Prospective Study". Les alla greinina her.
Greinarnar eru partur av Ph.D.verkætlanini hjá Marini Strøm, sum m.a. varð stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira um hesa verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum.
Marin Strøm, sum er MSc og Ph.D í fólkaheilsu, starvast sum granskari hjá granskingarsentrinum Centre for Fetal Programming, sum Sjúrður F. Olsen er leiðari fyri.
Les meira um Marin Strøm í Heilagrunninum.