Bogi Bech Jensen 2024
Skriva út
Lagt út: 06.08.2024

Faknevnd fyri stuðli til gransking tilnevnd 2024-2027

Djóni Nolsøe Joensen, landstýrissmaður í granskingarmálum, hevur tilnevnt faknevnd at stjórna stuðulsskipanina, ið veitir stuðul til gransking fyri tíðarskeiðið 1. august 2024 – 31. juli 2027. 

Bogi Bech Jensen, professari, heldur fram sum formaður eitt skeið afturat. Jana Ólavsdóttir, Marin Strøm og Petur Steingrund eru eisini afturvald. Andras Mortensen er nýggjur í nevndini. Hann kemur í staðin fyri Jákup Reinert Hansen, sum bar seg undan afturvali.  

Í faknevndini sita 5 limir, sum antin eru granskarar ella granskingarkønir. Limirnir verða tilnevndir fyri 3 ár og kunnu ikki sita í nevndini longri enn 2 fylgjandi skeið. 

Limirnir í faknevndini komandi trý árini eru:

  • Bogi Bech Jensen, formaður, ph.d. í orkuverkfrøði, deildarstjóri hjá Ørsted
  • Jana Ólavsdóttir, ph.d. í jarðfrøði, granskari á Jarðfeingi
  • Marin Strøm, ph.d. í heilsuvísindum, lektari á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum
  • Petur Steingrund, ph.d. í fiskifrøði, granskari á Havstovuni
  • Andras Mortensen, ph.d. í søgu, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum

Faknevndin stjórnar stuðulsskipanunum til gransking og til arbeiðsmarknaðarátøk og hevur evstu ábyrgd av at játta stuðul frá hesum skipanum. 

Stuðulin til gransking í 2024 var 9 mió. kr., sum varð játtaður til 12 verkætlanir.