Kanningarferð í Føroyum
Risastór jarðfrøði ráðstevna í Norra við tveimum kanningarferðum til Føroya
Í samfullar nýggju dagar luttóku 6000 granskarar frá 113 londum í lívligum kjaki øll hugsandi jarðfrøðiliga kjakevni. Føroyskir granskarar luttóku eisini á International Geological Congress, sum var hildin í døgunum 6. til 14. august í Oslo.
Umframt sjálva ráðstevnuna við framløgum og kjaki var eisini skipað fyri kanningarferðum til umleið 30 ymisk pláss - eitt nú til Føroyar. Tað eru tey bæði, Lis Mortensen og Simon R Passey á Jarðfeingi, sum hava fyriskipað hesar kanningarferðirnar til Føroya, frá 15. til 22. august. StatoilHydro hevur stuðlað útferðunum í Føroyum.
Tveir bólkar við 22 og 23 luttakarum frá umleið 15 londum ferðast sostatt runt í Føroyum og hyggja eftir og kjakast um jarðfrøðilig fyribrigdi. Simon R. Passy stendur á odda fyri einum bólki, sum hyggur eftir, hvussu Føroyar vóru bygdar fyri umleið 55 mio. árum síðan. Hin bólkurin, undir leiðslu av Lis, hyggur eftir, hvussu Føroyar eru máaðar niður við tíðarinnar tonn ígjøgnum tey seinastu 2 til 3 mio. árini.
- Luttakararnir hava verið serstakliga heppin við veðrinum og tískil hava góðir møguleikar verið at ferðast og sæð tey ymisku jarðfrøðiligu fyribrygdini, ið Føroyar kunnu borðreiða við, sigur ein vælnøgd Lis Mortensen, sum á middegi týsdagin, gekk við sínum bólki undir Sornfelli á veg eftir gøtuni til Norðradals.
Fleiri av luttakarunum hava leingi ynskt at komið til Føroyar, og tískil er tað eins og ein dreymur sum gongur út, nú tey hava fingið hendan møguleikan.
- Luttakararnir eru øgiliga hugtikin av okkara smáu oyggjum, sum liggja spjaddar miðskeiðis í Norður Atlantshavinum. Serliga er tað Føroyska landslagið, sum hugtekur luttakararnar og tey mongu jarðfrøðiligi fyribrigdini, sum kveikir spurningar og gott kjak. Fakliga hava gestirnir fingið væl burturúr og kunnu taka nýggjar upplivingar og vitan við sær aftur til teirra dagliga yrki á undirvísingarstovnum og har tey annars dagliga starvast, sigur Lis.
Hósdagin er ætlanin hjá Lis at fara til Suðuroyar við sínum bólki at hyggja eftir grót jøklinum við Blaing, sum liggur norðan fyri Akraberg. Hetta er eitt av teimum serligu fyribrigdunum, sum gestirnar hava fingið møguleikar at kanna nærri á væleydnaðu kanning