Gransking skapar vakstrarmøguleikar
Fólkafráflyting og skeiklaða fólkasamansetingin eru størstu hóttanirnar móti einum góðum framtíðarsamfelagi. Hetta eru politikarar og serfrøðingar yvirhøvur samdir um, og í løtuni arbeiða politiska skipanin og almenna fyrisitingin við at fáa vent skeivu gongdini. Málið er at fáa ein skipaðan og munagóðan vøkstur í samfelagið, so fleiri kunnu búgva og virka í landinum.
Útbúgving, gransking og betri karmar til at kunna búgva og virka í landinum ganga aftur sum reyði tráðurin í svarunum og átøkunum, lýst í Heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur. Vit í Granskingarráðnum eru sannførd um, at ein miðvís satsing uppá gransking, útbúgving og vitanarstørv er ein av týdningarmestu og munadyggastu íløgunum, sum samfelagið kann og má gera. Grannalond okkara hava fyri langari tíð síðani sannað hetta, og tey standa at vinna kappingina um unga fólkið, um vit ikki seta tiltøk í verk alt fyri eitt.
Ein stór íløga í fleiri hægri útbúgvingar og nøkur fokuseraði granskingarøkir fer at hava við sær, at tað verða sett nógv fólk í vísindastørv og tað verður møguligt at taka nógv fleiri lesandi inn til lestur í Føroyum. Hetta heldur fólki í landinum, í lestri og í starvi, sum annars mest sannlíkt høvdu farið, og tað dregur fólk at sær úr útheiminum, bæði føroyingar og útlendingar. Tað skapar fólkavøkstur, økt virksemi í atknýttum vinnum og fyrisiting og ikki minst nýggja vitan, sum bæði kann styrkja framleiðslu, útflutningsvirði og kappingarføri og eitt nú betra um samfelagsskipan, heilsu og lívsgóðsku. Tað er ein sannroynd, at íløgur í útbúgving og gransking koma fleirfalt aftur í longdini í beinleiðis og óbeinleiðis samfelagsvinningi.
Eitt av granskingarøkjunum, sum Granskingarráðið metir eigur at raðfestast er gagnnýtsla og menning av okkara tilfeingi til nýggjar og fleiri vinnugreinar. Av hesum er matur ein snúningsás.
Á ársins Vísindavøku, sum Granskingarráðið saman við granskingarstovnunum skipar fyri á sætta sinni, fara vit at seta ljóskastaran á mat og gransking. Vit kalla tiltakið Food for Thought – Føði til heilan.
Endamálið er at varpa ljós á gransking í Føroyum, serliga í mati. Vit ynskja at vísa á, hvat verður arbeitt við, hvat granskarar og samfelagið annars brúka vitanina til og ikki minst at vísa á vakstrarmøguleikar á økinum. Vit vilja eisini varpa ljós á, hvussu vit dagliga brúka granskingarúrslit, ofta uttan at vera tilvitað um tað, og hvussu gransking í mati hevur týdning fyri hvønn einstakan okkara.
Feskasta dømið um stóru møguleikarnar innan nýskapan og mat er heiðurin, ið Restaurant Koks hevur fingið við at verða tilnevnd sum ein av teimum fimm bestu matstovunum í danska ríkinum. Kreativi køksleiðarin á Koks, Leif Sørensen, eftirlýsir meiri gransking, um vit skulu koma longur fram á mál innan føroyska matvinnu.
“Vit hava heimsins besta fisk, men vit kunnu ikki skjalprógva, hvussu góður hann er, og hví hann er so góður. Okkara kundar vilja kenna søguna hjá rávørunum, og hana finna vit bert fram til, um vit granska” sigur hann.
Meiri pengar til gransking geva ikki í sær sjálvum framburð í landinum. Tað skulu eisini eldhugaði og kreativ fólk til. Tey eiga vit tíbetur enn, og at stuðla teimum er eitt tað besta, vit kunnu brúka okkara pengar til.
Prentað sum oddagrein í Vísindavøkublaðnum september 2013
Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið