Elsevier
Skriva út
Lagt út: 04.02.2021

Frí atgongd til vísindaligar greinar hjá stórum forlagi

Ein nýggj avtala við stóra altjóða vísindaforlagið Elsevier fer at geva føroyskum og donskum granskarum skjóta og ókeypis atgongd til vísindaligar greinar hjá donskum og føroyskum granskarum, ið verða útgivnar á stóra altjóða forlagnum Elsevier. Eisini greinar hjá granskarum í øðrum londum verða lutfalsliga bíligari at lesa.

Danska Kongaliga Bókasavnið hevur samráðst við stóra vísindaforlagið um nýggju avtaluna. Málið við samráðingunum var at gera tað lættari og skjótari at fáa atgongd til granskingina á donskum universitetum, so hon kann koma øllum samfelagnum til gagns.

Kongaliga Bókasavnið er sera væl nøgt við nýggju avtaluna, sum bæði tryggjar skjóta og ókeypis atgongd til danskar vísindagreinar hjá Elsevier, og gevur granskarum møguleika at fáa greinar almannakunngjørdar uttan meirkostnað.

Avtalan við Elsevier er eisini galdandi fyri føroyskar granskarar á stovnum, sum eru við í samstarvinum um E-feingi (FRIS), ið Landsbókasavnið umsitur.

Avtalan er tann fyrsta av sínum slagi, sum tað er eydnast einum landi at fáa í lag.

- Tað hevur ikki áður borið til at fáa eina avtalu um skjóta atgongd uttan meirútreiðslu og útgávuloft. Vit vóna, at avtalan verður fordømi fyri komandi danskar og evropeiskar samráðingar við onnur forløg, so vit koma longur fram á leiðini fram móti opnari gransking, sigur Kira Stine Hansen, varastjóri í Kongaliga Danska Bókasavninum.

Flestu vísindalig forløg krevja gjald bæði frá teimum, sum skriva greinarnar, og teimum, sum lesa tær.

Avtalan við Elsevier er galdandi í fýra ár, og roknað verður við, at hon fer at hava við sær, at donsku útreiðslurnar til Elsevier verða lægri.