Verkstovaa 28.3.2019.jpg
Skriva út
Lagt út: 29.03.2019

Stórur tørvur á lættari atgeingi til vísindaligt tilfar

Stórur áhugi var fyri verkstovuni um atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar, sum Granskingarráðið, Fróðskaparsetrið og Landsbókasavnið skipaðu fyri í gjár. Umleið 100 fólk høvdu leitað sær oman í Kongshøll at hoyra, hvørjar møguleikar granskarar í Føroyum, Noregi og Danmark hava at fáa atgongd til vísindaligar greinar og dátur.

Annika Smith, landsbókavørður, greiddi frá samstarvi millum føroyskar granskingarstovnar og Landsbókasavnið um atgongd til vísindaligt tilfar á netinum. FRIS samstarvið millum Landsbókasavnið og flestu granskingarstovnarnar – Faroe Research Information Service – slitnaði í 2018, tá Jarðfeingi og Fróðskaparsetrið tóku seg úr, men arbeitt verður við at taka tað uppaftur.

Tore Nilsen, seniorráðgevi á deildini fyri lisensavtalur og Open Access hjá UNIT, ið er stovnur undir norska Útbúgvingar- og Granskingarmálaráðnum, greiddi frá avtalum og samráðingum við vísindaforløg um talgilda atgongd til vísindagreinar. Noreg hevur sett sær fyri, at frí atgongd skal vera til vísindaligar greinar um gransking, ið hevur fingið almennan stuðul, í 2024.

Anne Thorst Melbye, leiðari á PURE skrivstovuni á Syddansk Universitetsbibliotek, greiddi frá skipanini PURE, sum skrásetir allar granskingarútgávur, og frá donsku Open Access tilgongdini. Danska Útbúgvingar- og Granskingarmálaráðið hevur stungið út í kortið, at allir borgarar í Danmark skulu hava fría atgongd til vísindaligar greinar frá donskum granskingarstovnum í 2025.

Í Føroyum er eingin skipað skráseting av granskingarúrslitum, og eingin almennur politikkur er viðvíkjandi Open Access. Fyri verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum er krav, at úrslitini skulu almannakunngerast Open Access í størst møguligan mun. Í nýggju lógini um gransking, sum arbeitt verður við í løtuni, er ætlanin, at felags ásetingar skulu gerast um hetta.

Karin Margretha Larsen, deildarleiðari á Havstovuni, Rúni Weihe, deildarleiðari á Havsbrún, og May-Britt Skoradal, námslektari í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum, greiddu eisini frá sínum royndum við skráseting av granskingarúrslitum og atgeingi til talgilt vísindaligt tilfar.

Gott kjak var bæði í sambandi við framløgurnar og í steðgunum, og semja var um, at tað er av alstórum týdningi at tryggja lætt atgeingi til sum mest av tilfari til flest møgulig fólk í Føroyum.

Tiltakið varð stroymt, til ber at síggja tað aftur her

Framløgurnar í Power Point:

Tore Nilsen Transforming Norwegian research to open access. Norway's experiences in changing their consortia models from read-only to publish-and-read

Anne Thorst Melbye Research registration and Open Access: an overview of the Danish landscape

Seinnapartin var Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, gestur í sendingini Nón og greiddi frá um evnið, sum varð umrøtt á verkstovuni. Innslagið byrjar 1 tíma, 22 minuttir inni í sendingini.