Føroyahúsið 6.3.2017.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.03.2017

Framløgur um gransking í Føroyahúsinum

Mánakvøldið 6. mars skipaðu MFS og Granskingarráðið fyri kunningarfundi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Kunnað varð um møguleikar fyri at søkja um stuðul úr Granskingargrunninum til verkætlanir, sum hava tilknýti til Føroyar ella sum hava týdning í føroyskum høpi.

Kunnað varð um møguleikarnar fyri at søkja um stuðul úr Horizon 2020, sum er granskingargrunnurin hjá ES kommissiónini. Føroyar hava atlimaskap í Horizon 2020 og gevur hetta góðar møguleikar t.d. at koma til Føroya við fíggjarligum stuðli úr Horizon 2020.

At enda var høvi at hoyra um ítøkiligar royndir við at søkja stuðul og at vera ph.d.-lesandi. Louise Meier Carlsen, sum er innskrivað til ph.d.-lestur á Københavns Universitet, og undirvísir og granskar á Fróðskaparsetrinum, greiddi frá sínum royndum.

Umleið 20 fólk vóru til tiltakið í Føroyahúsinum.

Framløgurnar frá tiltakinum eru tøkar niðanfyri.

Stuðul til gransking - Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

Horizon 2020 - Maria Húsgarð, NCP-samskipari

Umsóknargongdn - Louise Meier Carlsen, adjunktur og ph.d..lesandi