4. flokkur í Vestmanna vann eykaumfarið av Ársins Vitanarfróðu
Hósdagin 3. september varð kunngjørt, at 4. flokkur í Vestmanna skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu í eykaumfarinum 2020. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hvussu kunnu næmingar gera skúlan grønari?”, sum tey sendu inn í juni. Í dag ganga tey í 5. flokki.
Handanin fór fram í Vestmanna skúla. Avtala varð gjørd við læraran og skúlastjóran, at umboð fyri Granskingarráðið skuldu koma á vitjan saman við fólki frá Kringvarpinum. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin.
Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevði lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.
Annika Sølvará segði millum annað soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran:
- Vit hildu, at tit hava valt eitt týdningarmikið og nútíðarhóskandi evni. Frágreiðingin tekur støði í nærumhvørvinum og spurningurin er væl greinaður við nógvum ítøkiligum átøkum, sum kunnu bøta um dálking.
- Ætlanin er væl skipað og gjøgnumførd. Frágreiðingin er áhugaverd og umfatandi, og tit megna at orða eina samanhangandi og væl skipaða uppgávu. Lærarin hevur allarhelst hjálpt til, men tað er týðiligt, at tit hava verið aktiv í arbeiðinum. Tit hava trivið í egnan barm, og vísa við royndum og myndum, hvussu tit kunnu gera skúlan grønari.
- Nevndin heldur, at frágreiðingin er so væl frágingin, at hon er áhugaverdur lesnaður hjá skúlaleiðarum, lærarum og næmingum í øðrum skúlum, sum kanska hava hug at gera teirra skúla grønan.
Síðani handaði hon flokkinum heiðursbrævið. Vinnandi flokkurin fær umframt heiðurin 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag.
Frágreiðingin hjá 4. flokki í Vestmanna skúla kann lesast her
Allir luttakandi bólkar fingið luttøkuváttan
Tað komu 6 frágreiðingar inn til kappingina frá 3 skúlum. Luttakandi bólkarnir vóru frá Sandoyar Meginskúla, Fuglafjarðar skúla og Vestmanna skúla.
Hvør bólkur, sum luttøk, fekk skreytblað við luttøkuváttan. Hetta hava tey í ár fingið sendandi við telduposti. Allar frágreiðingarnar kunnu síggjast her