Námsvísindadeildin
Skriva út

Ph.d.-skeið: Gjøgnumhugsa tína verkætlan

mánadagur 23.05.2022, kl. 09:00, Námsvísindadeildin

Fróðskaparsetrið skipar saman við granskarum frá Aalborg Universiteti og Syddansk Universiteti fyri ph.d.-skeiði, har arbeitt verður við at geva luttakarunum amboð til í verki at hugsa sína ph.d.-verkætlan ígjøgnum við Støðuligari Analysu (SA)

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum verður 23. - 25. mai 2022 karmur um spennandi ph.d.-skeið, sum er ókeypis fyri ph.d.-lesandi og starvsfólk á Fróðskaparsetrinum, og sum kostar 2.000 kr. fyri onnur, ið hava áhuga.

Skeiðsluttakarar fáa trý ECTS-stig við virknari luttøku á øllum skeiðnum.

Skeiðið er fyri ph.d.-lesandi og tey, ið hava ætlanir um at fara undir ph.d.-verkætlan, umframt fyri granskarar annars. Pláss er fyri í mesta lagi 25 luttakarum.

Les meira um skeiðið her

Umsóknarfreist er 1. mars 2022.

Tilmeldingarskjal er her

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum