Loksholl (1)
Skriva út

Pecha Kucha #16 setir sjóneykuna á gransking

mikudagur 06.09.2023, kl. 20:20, Løkshøll

Næsta Pecha Kucka tiltakið verður eitt serligt Pecha Kucha tiltak. Hesaferð verður tiltakið í Løkshøll í Runavík við gransking sum høvuðsevni.

Fyrireikararnir soleiðis um hetta tiltakið:

"Granskarar fara at gloppa dyrnar inn til teirra gransking og geva okkum lut í tí, tey dagliga undrast um og finna svar uppá.

Vit fara eisini at hava nakrar aðrar framløgur, ið ávíkavist taka støði í lokaløkinum og fólki á staðnum.

So setið kross í kallendaran 6. september kl. 20.20, men vit lata longu dyrnar upp kl. 20.00, so tit kunna finna tykkum til rættis í Løkshøll."

Á Facebook síðuni hjá Pecha Kucha sæst, at hesi fara at leggja fram í Løkshøll:

Anni Djurhuus, ph.d. í mikrobiologi og lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Sólva Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni.
Bárður A. Niclassen, ph.d. í havfrøði og leiðari á Veðurstovu Føroya.
Helma Maria Tróndheim, ph.d. í orkuverkfrøði og granskari hjá SEV.
Magnus Gaard, lívfrøðingur og rektari á Miðnámi í Vestmanna.

Hvat er Pecha Kucha?

Pecha Kucha ("snikksnakk" á japanskum) byrjaði í Tokyo í 2003, sum ein mentanar multimedia-arena, har kreativ fólk kundu hittast og óformliga vísa fram sítt arbeiði.

Tiltakið er nú eitt týdningarmikið forum fyri altjóða kervissamstarv og við felagsíblástri at menna nýggj hugskot.

Pecha Kucha er ein patenterað fyrilestraskipan, har hvør einstakur aktørur fær avmarkaða tíð til at vísa hvat tey duga væl og takast við.

Framløgan er ein framløga av einum verki, einum hugskoti og ella visiónir í 20 elementum. Elementini eru frammi í 20 sekund og samanlagt er framløgutíðin seks minuttir og 40 sekund. Eitt element kann vera ein mynd, eitt ljóðbrot, ein yrking og annað líknandi.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum