Depilin Fyri Staðsetingarfrøði
Skriva út

Móttøka: Depilin fyri staðsetingarfrøði

fríggjadagur 17.06.2022, kl. 14:30, Kongshøll

Móttøka og fyrilestrar í samband við at Depilin fyri staðsetingarfrøði (GCFI – Geospatial Centre of the Faroe Islands) verður settur á stovn. Tiltakið verður 17. juni kl. 14.30 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, og evnið verður landmáting í samband við undirsjóvartunlar. Depilin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Setrið og Landsverk.

Niðanfyri sæst skráin og ein stutt lýsing av deplinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.  Okkurt lætt ábit verður aftaná. Vinarliga boða frá, um tit ætla tykkum at luttaka, við at skriva til IrenaA@us.fo

Skrá*:

14.30    Gethin W. Roberts, leiðari fyri Depilin fyri staðsetingarfrøði og dátuserfrøðingur á Umhvørvisstovuni: Vælkomin & kunning

14.45    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum: Setanarrøða

15.00    Stein Fossá, landinspektørur á Umhvørvisstovuni: Uppmáting av fixpunktum við tunnilsmunnarnar

15.20    Tomasz Rylski, verkfrøðingur hjá NCC: Uppmáting í samband við vegagerð og byggiarbeiði í tunlum. Eisini verður komið inn á BIM modellir og dronur í hesum sambandi

16.00    Irena Áarberg, staðsetingarfrøðingur á Umhvørvisstovuni: Samanumtøka og framtíðarætlanir

16.10    Ábit

*Smærri broytingar kunnu koma fyri í skránni.

Depilin fyri staðsetingarfrøði

Staðsetingardátur verða brúktar í nógvum samanhangum. Land- og sjókort deildin á Umhvørvisstovuni tekur sær av at gera landkort og sjókort, síðani vit yvirtóku málsøkini í 2019 og 2020. Hetta ger tað umráðandi fyri okkum at menna og savna vitan innan staðsetingarfrøði í Føroyum. Nógvur aktivitetur er innan staðsetingarfrøði, t.d. menning av vegakervinum, tunnilskonstruktiónir og konstruktiónir sum heild. Í løtuni verða fakfólk ofta leigað úr útlondum til størru verkætlanirnar. Við deplinum ynskja vit at uppbyggja vitan og dugnaskap innan økið.

Depilin fer at stuðla uppundir, at verkfrøðingar og landmátarar í Føroyum fáa ein pall at samskifta á.

Hesin pallur er týdningarmikil, av tí at staðsetingarøkið í Føroyum er sett saman av smáum eindum, ið ikki hava eitt alment fakligt forum.

Við øðrum orðum er endamálið við deplinum at hava eitt stað, har tey, ið arbeiða við staðsetingarfrøði kunnu savnast um felags áhugamál. Hetta kann vera landmáting, GNSS, GIS, kortlegging o.s.fr.