Jobmatch.jpg
Skriva út

Granskingarráðið á Jobmatch 2018

fríggjadagur 28.12.2018, kl. 13:00, Norðurlandahúsið

Jobmatch verður 28. desember 2018 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er serliga ætlað lesandi í Føroyum og uttanlands og fer at varpa ljós á starvsmøguleikar og geva rúm fyri ítøkiligum samrøðum um komandi samstarv.

Granskingarráðið fer á Jobmatch í ár eins og undanfarin ár at gera vart við, hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða sum granskari í Føroyum ella sum føroyskur granskari uttanlands við tilknýti til føroyskar stovnar og fyritøkur.

Serligur dentur fer at verða lagdur á, at til ber at søkja stuðul úr Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum til verkætlanir. Vit fara at vegleiða fólki, sum umhugsa at søkja stuðul úr grunnunum báðum. Freistin at søkja Granskingargrunnin í 2019 er 15. februar kl. 12, so tað er í tøkum tíma at søkja sær ráð á Jobmatch.

Granskingarráðið fer bæði at hava ein bás og at hava eina framløgu við góðum ráðum í sambandi við umsóknararbeiðið. Framløgan verður kl 16.20.

Vit verða á bási 34 í Høllini. Har vera starvsfólk tøk at vegleiða og geva góð ráð í sambandi við umsóknir og granskingarmøguleikar yvirhøvur. Bíleggur tú tíð frammanundan, ert tú vís/ur í, at sleppa framat.

Annars ber altíð til at hitta okkum á skrivstovuni á Bryggjubakka og at kunna teg um møguleikar og treytir á gransking.fo

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum