Raðið fyri at finna granskarar og mennarar
Granskingarráðið sjósetur nú Heilagrunnin. Hetta er ein nýggjur dátugrunnur við fólki, sum arbeiða við gransking og menning í Føroyum og við føroyingum sum arbeiða við gransking og menning uttanlands.
Heilagrunnurin kann brúkast til at finna fólk, sum arbeiða innan ávís granskingarøki til nýggj størv, samstarvsverkætlanir, meting av útgávum, til arbeiðsbólkar, nevndir og annað samstarv. Hægru lærustovnarnir kunnu finna undirvísarar og próvdómarar. Harafturat ber til at fáa vitan um, hvørji granskingarøki eru á skránni í Føroyum, og ikki minst hvat føroyingar uttanlands takast við. Slík vitan kann vera hent hjá politikarum, myndugleikum og almenninginum yvirhøvur.
Nú Heilagrunnurin er tøkur á heimasíðuni, eru gott 200 fólk skrásett í skipanini. Av hesum býr ein góður fjórðingur uttanfyri Føroyar, tey flestu í Danmark og Norra, men eisini í Stóra Bretlandi, USA, Suður Afrika og Singapore. Tað eru fleiri menn í skipanini enn kvinnur, ávikavist 69 og 31 prosent.
82 fólk eru skrásett við PhD. ella doktaraheiti. Í flestu førum hava vit skrásett heitið á ritgerðini, umframt nær og hvaðani fólk hava disputerað. Nógv flest fólk arbeiða innan økið Náttúruvísindi og Tøkni. Síðani koma Hug- og Samfelagsvísindi, Menning og at enda Heilsuvísindi.
Tað eru uttan iva fleiri, sum áttu at verið skrásett í skipanini. Saknast onkur, ella er okkurt komið skeivt fyri, vilja vit fegin gerast varug við hetta við teimum røttu upplýsingunum. Málið er sjálvsagt at hava so neyvar og álítandi upplýsingar sum møguligt.
Vit fara at senda teldubrøv út regluliga við tíðindum um og frá hesum fólkunum í Heilagrunninum, um doktaraverjur, vísindaligar útgávur, ráðstevnur o.l. Øll, sum eru skrásett í Heilagrunninum, fáa hesi teldubrøvini. Eru onnur, sum hava hug at fáa slík tíðindi, ber til at tekna seg í teiginum til høgru á síðuni.