Kanning av nyttuni av feedback í psykoterapeutiskari viðgerð av etingarólagi
Annika Helgadóttir Davidsen vardi í fjør ph.d. ritgerð sína um royndir við bólkaviðgerð fyri etingarólag. Triðja og seinasta greinin frá ph.d.-verkætlanini er nú útgivin í “Journal of Consulting and Clinical Psychology”. Greinin kallast “Feedback in Group Psychotherapy for Eating disorders: A Randomized Clinical Trial”
Annika H. Davidsen sigur soleiðis um greinina:
”Greinin tekur saman um høvuðsúrslitini av verkætlanini hjá mær, ið hevði til endamáls at kanna, um regluligt og skipað feedback um gongdina í psykoterapeutisku viðgerðini (eisini nevnt "feedback-informerað terapi") fór at betra um viðgerðarúrslitini hjá sjúklingum í ambulantari systemiskari-narrativari bólkaviðgerð fyri etingarólag. Feedback-informerað terapi er ein skipaður, ateoretiskur viðgerðarháttur, ið tekur útgangsstøði í samstarvinum við sjúklingin.
Viðgerðarúrslitini fyri etingarólag generelt eru merkt av stórum fráfalli, og tað at viðgerðin hevur møguleika fyri at leggja terapiina til rættis í mun til feedback hjá sjúklinginum hevur í øðrum kanningum víst seg at økja munandi um fráfall og úrtøkuna av terapi. Úrslitini í mínari kanning vístu tó, at feedback-informerað terapi hvørki bøtti um úrtøkuna (mátað í sjúkueyðkennum) ella um fráfallið. Orsøkirnar til tess verða diskuteraðar í greinini; m.a. var úrtøkan av viðgerðini so mikið stór, at feedback illa kundi økja meiri um úrtøkuna. Harafturat var viðgerðarstaðið merkt av sera standardiseraðum karmum fyri viðgerðina og gav sostatt viðgeranum lítlan og ongan fleksibilitet at broyta viðgerðina í mun til tað feedback, ið sjúklingurin gav.”
Høvundarnir eru Annika Helgadóttir Davidsen, Stig Poulsen, Jane Lindschou, Per Winkel, Marjun Frígerð Tróndarson, Mette Waaddegaard, and Marianne Lau. Ein samandráttur av greinini kann lesast her