Horizon 2020 Logo
Skriva út
Lagt út: 14.08.2020

Marie Curie í Horizon 2020

Marie S. Curie Actions er flytføriskipanin í Horizon 2020. 

Skipanin hevur sum endamál at førleikamenna granskarar á yrkisleiðini og hevur bæði møguleikar fyri útbúgvingarnetverkum og tað, sum rópt verður Individual Fellowship. 

Vit vita longu nú, at skipanin ikki verður stórvegis broytt í nýggju rammuskránni hjá ES, Horizon Europe, sum kemur í gildi í 2021. 

Ert tú granskari í Føroyum og hevur hug at fara á stovn ella virki uttan fyri Føroyar at granska í tvey ár, ella starvast tú á stovni í Føroyum, sum hevur hug at fáa granskara heim til Føroya at virka í tvey ár, so er um at søkja nú. Individual Fellowship hevur freist 9 sept. og verður hetta seinasta útboði í Horizon 2020. 

Ynskir tú at vita meira um Marie S. Curie Actions, t.d. at hoyra um, hvat luttøkan kann geva einum stovni ella enntá einum landi sum okkara, so ber til at hyggja eftir ráðstevnuni, sum Kroatia skipaði fyri fyrr í ár.

Skráin fyri ráðstevnuna liggur her
Filmsupptøkurnar liggja her
Formansskapurin gjørdi eisini eina frágreiðing: Brain Circulation

Neyvari upplýsingar um Marie S. Curie fáast við venda sær til Granskingarráðið.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum