Aling
Skriva út
Lagt út: 02.08.2021

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fingið stuðul úr Horizon

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur av samstarvi undir heitinum ”RASOPTA - Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”, ið hevur fingið játtað 24 mió. kr. í stuðli úr HORIZON 2020.

Føroyska luttøkan er serliga innan tann partin, sum snýr seg um fiskaheilsu og úr Føroyum luttaka umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna eisini Hiddenfjord og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar.

Stuðulin er latin úr Marie S. Curie skipanini í Horizon 2020, ITN (Innovative Training Network) og skal brúkast til at útbúgva 12 PhD lesandi í átta ymiskum londum í Europa. Í tí sambandi verður í løtuni søkt eftir einum PhD lesandi til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

RASOPTA er eitt breitt samstarv, har bæði vinnufyritøkur og hægri lærustovnar luttaka. Samstarvið umfatar átta lond, sjey hægri lærustovnar, tríggjar granskingarstovnar, 9 vinnufyritøkur og granskingin fer at umfata fýra fiskasløg (laks, síl, sandáburru og styrju).

Sum heitið á verkætlanini sipar til er høvuðsendamálið at skapa breiða vitan og nýggjar loysnir at betra vatngóðsku og harvið eisini fiskaheilsu og endaligu dygdina á fiski, sum verður aldur á landi, har vatnið verður resirkulerað ella endurnýtt.

Fyri at skapa tær breiðu loysnirnar eru tær ymisku PhD verkætlanirnar samantvinnaðar og snúgva seg um ítøkiligar avbjóðingar í vinnuni og tey lesandi fáa eitt tvørfakligt innlit við eisini at arbeiða á øðrum stovnum og fyritøkum enn har, tey eru sett. Ein av høvuðsuppgávunum í RASOPTA verður at menna ein nýggjan skjótan kanningarhátt, sum í einum kannar fyri nógvar ymiskar sjúkur og vatngóðskuparametrar og harvið verður eitt sera týðandi stýringsamboð í aling á landi.

Áhugað kunnu fylgja við í tíðindum, úrslitum og aðrari kunning á heimasíðuni www.rasopta.ku.dk.

Kelda: HFS.fo