Kunningardagar um gransking innan orku
Nú hevur tú høvi at hitta serfrøðingar úr ES
24. og 25. september 2008 verða kunningardagar í Brussel um gransking innan orku. Eftir ætlan verða 4 útboð fyri granskingarverkætlanir innan orku almannakunngjørd 3. september 2008. Í hesum sambandi skipar ES fyri kunningardøgunum fyri at veita møguligum umsøkjarum leiðbeining um tilgongdina í sambandi við umsóknir.
Endamálið við kunningardøgunum er at spjaða upplýsingar um tey granskingarøki, sum tey 4 útboðini fevna um, at vegleiða um løgfrøðilig og formlig viðurskifti og at svara møguligum spurningum.
Høvi verður eisini at hitta serfrøðingar í ES-kommisjónini. Hesir serfrøðingar hava ábyrgdina av ymsu evnunum, sum útboðini fevna um. Neyðugt er at bíleggja tíð frammanundan, um tú ynskir at hitta ein serfrøðing.
Tað er ókeypis at luttaka á kunningardøgunum, men tilmelding er neyðug.
Les meira um tiltakið og melda teg til her.