0ff0f492c665947c462f79b3687ac754.jpg
Skriva út
Lagt út: 30.09.2013

Játtanin til Granskingargrunnin kvinkar uppeftir

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, sum varð lagt fyri Løgtingið í dag, verður skotið upp at økja játtanina til Granskingargrunnin úr 6.582 tkr. til 7.000 tkr. Verður uppskotið samtykt, fer játtanin upp um stigið, sum hon var á árini 2008-2010, tá hon var 6.930 tkr. Árini 2011-2013 hevur játtanin verið 6.582 tkr.

Játtan verður eisini sett av til framhaldandi ES-granskingarsamstarv, sum á nýggjárinum skiftir frá FP7 til Horizon 2020. Upphæddin er 9.700 tkr., tað sama sum í 2013.

Játtanin til skrivstovuhaldið er óbroytt í mun til 2013, 2.348 tkr.

Tølini síggjast á s. 225-227 í fíggjarlógaruppskotinum