Javnstøðuætlan hjá Granskingarráðnum
Granskingarráðið hevur við støði í vegleiðing um javnstøðuætlan lagt ítøkiliga javnstøðuætlan við málum og átøkum til frama fyri javnstøðu millum kynini, herundir javna luttøku av kvinnum og monnum í mun til arbeiðslívið í Granskingarráðnum. Hetta inniber átøk til frama fyri javna umboðan av kvinnum og monnum, átøk ímóti vansum vegna kyn, javnbjóðis treytir í mun til umsóknir og átøk fyri at skapa samljóð millum familju- og arbeiðslív hjá starvsfólkunum í Granskingarráðnum.
Umframt at leggja dent á javnstøðu millum kynini verður eisini skrásett í hvørjum landi starvsfólk, umsøkjarar, metingarfólk og onnur, hvørs starv er tengt at stovninum, búgva. Hetta er fyri at varpa ljós á meginregluna um sínámillum møguleikar og atgongd til gransking og stuðul til gransking millum lond.
Úrslitini frá dátuinnsavningini, málini og átøkini í javnstøðuætlanini skulu vera liður í áhaldandi arbeiðinum hjá Granskingarráðnum at skapa javnstøðu og margfeldi á stovninum. Hendan fyrsta javnstøðuætlanin hjá Granskingarráðnum er galdandi fyri tíðarskeiðið 2022-2025.
Javnstøðuætlanin hjá Granskingarráðnum kann lesast á føroyskum her.
Og á enskum her.