Vísindavøkan
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.
Fyrsta Vísindavøkan í Føroyum varð hildin í 2008. Síðani hevur Vísindavøka verið hildin á hvørjum ári. Síðani 2015 hevur Vísindavøkan eisini verið á ferð kring landið í vikunum undan sjálvari Vísindavøkuni.
Vísindavøkan 2024 er tann 17. í røðini. Hon verður hildin fríggjadagin tann 27. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn.
Les meira um Vísindavøku her.
Tilfar frá øllum Vísindavøkum er eisini tøkt á www.visindavoka.fo.