61e5d4b64c507f2bed098ec878533191.jpg
Skriva út
Lagt út: 17.11.2008

Yvirlit: Umhvørvisgransking í Europa

Søgan hjá umhvørvisgransking í Europa er víðagitin og fevnir hon um fleiri av teimum leiðandi serfrøðingunum á hesum økinum. Umhvørvisspuringar hava verið á politiska breddanum í Europa síðan ES var sett á stovn í 1957. Hetta var sama ár sum International Geophysical Year rann av bakkastokki, hvørs endamál var fyrsta royndin at samskipa eina altjóða máting av jørðini, havinum, atmosferuni og sólini. Hetta var eisini fyrstu ferð mátað varð, at nøgdin av koltvíiltu var vaksandi í atmosferuni.

Fyrsta umhvørvislógin (direktiv) hjá ES var samtykt í 1967. Í 1973 var fyrsta at serskipanir vóru settar í verk fyri at verja umhvørvið. Ein av skipanunum var tann sonevnda ‘Protection of the Environment Programme’. Fleiri umhvørvisskipanir sóu dagsins ljós í 80’unum, og í 84, tá fyrsta rammuskráin (FP1) hjá ES var sett í verk, byrjaði ES skipaða umhvørvisgranskingin at taka snið.

Í dag er umhvørvisgranskingin ein stórur partur av FP7 (2007-2013) við fjøltáttaðum virksemi, við eini játtan áljóðandi € 1,9 mia. Hetta er ein munandi øking í mund til FP6 (2002-2006) tá € 900 mió. vóru settar av til umhvørvisgransking.

Fyri stuttum varð útgivin ein bóklingur við yvirliti ev ES stuðlaða umhvørvisgransking. Tak bólkingin niður her.