Yngri granskarar í Danmark fígging frá ES
Sjey yngri granskarar í Danmark hava fingið játtað fígging frá Europeiska Granskingarráðnum, ella European Research Council, til at seta í verk slóðbrótandi granskingarverkætlanir í Danmark. Hendan upphædd er næstan tvífaldað í mun til seinasta ár, tá fýra yngri granskarar fingu fígging.
Talan er um játtanina 'Starting Grants', sum einans verður latin úrmælingum. Komandi 5 árini hava hesi sjey fólkini millum 5,5 og 13 milliónir krónur hvør til virksemi í sambandi við gransking.
Les meira her.