Vón um kollveltandi koppingarevni móti krabba
Læknar frá sjúkrahúsinum í Herlev hava funnið eina nýggja immunkyknu, sum loypur á krabba. Kyknan er upprunin til eitt nýtt koppingarevni ímóti krabba, sum styrkir verjuna hjá kroppinum.
Granskarar í øllum heiminum hava í fleir ári arbeitt við at menna eitt koppingarevni móti krabba, sum kann viðgera krabba við at styrkja verjuna, sum kroppurin sjálvur hevur í móti sjúkuni.
Dreymurin er at menna eitt koppingarevni, sum ger kyknurnar í immunverjuni betri førar fyri at finna krabbakyknur og berja tær niður.
Enn hava úrslitini tó ikki verið nøktandi.
Ein trupulleiki er, at immunverjan sjálv hevur nakrar kyknur, ið tálma virknaðin hjá kyknunum frá koppingarevninum. Harafturat eru krabbakyknur eisini sjálvar førar fyri at minka um virknaðin frá koppingarevninum.
Kyknurnar sum doyva ella minka um virknaðin frá koppingarevninum og kyknurnar frá immunverjuni sjálvari fáa ikki útint tað, sum tær skulu, fyri einum kveiki (enzym) OSI, ið oyðileggur kyknurnar hjá immunverjuni, sum skulu berja niður krabbakyknurnar.
Tað er júst hendan trupulleikin, sum Mads Hald Andersen og starvsfelagar hansara á sjúkrahúsinum í Herlev rokna við at loysa, nú teir hava funnið eina fyrr ókenda kyknu í immunverjuni, sum eftir øllum á døma hevur til endamáls at drepa kyknur, sum framleiða OSI.
Hesar sokallaðu stuðuls-kyknurnar, kunnu raka krabbakynurnar dupult so meint við at forða fyri at kyknunar hjá immunverjuni sjálvar tálma niðurbrótingini og við beinleiðis at loypa á krabbakyknurnar.
- Vit vóna, at hava ment eitt heilt nýtt koppingarevni, sum kann styrkja hesa tilgongdina við at økja um talið á stuðuls-kyknum. Tá hesar stuðuls-kyknurnar er nóg nógvar í tali, fært tú eitt ógvusligt álop á krabbakyknunar, sigur professarin Mads Hald Andersen við videnskab.dk
Framtíðar vónirnar fyri hesum koppingarevinum eru stórar, men óvist er enn, um onnur viðgerð eisini verður neyðug saman við koppingarevninum.
Kelda: videnskab.dk