Vitja altjóða stovn innan flokkanarfrøði
Arbeiðir tú við flokkanarfrøði (taksonomi) og hevur hug at vitja ein av teimum leiðandi stovnunum í Europa á hesum økinum?
SYNTHESYS3 lýsir nú eftir umsóknum frá granskarum, sum arbeiða við flokkanarfrøði, og sum hava hug at vitja ein stovn í eitt styttri tíðarskeið. Skipanin, sum verður rópt, visiting scientist programme, veitir fíggjarligan stuðul til at fáa atgongd til databásur á luttakandi stovninum og praktiska hjálp í hesum sambandi, ferðing, gisting og dagpening til uppihald.
Á stovnunum, ið eru partur av verkætlanini, fæst m.a. atgongd til:
Søvn sum hava eintøk av meira enn helvtini av øllum livandi verum
Nýggjastu tøkni innan mikroskopi, evnafrøðiligar- og isotopiskar kanningar, mýlaverkstovur og vegleiðing og praktiska hjálp í hesum sambandi
Bókasøvn í heimsflokki
Altjóða víðagitnar førleikar á økinum
Starvsfólk á føroyskum stovnum hava møguleika at søkja um stuðul frá hesi skipanini.
SYNTHESYS3 er er ein ES-fíggjað netverks-verkætlan. Verkætlanin snýr seg m.a. um at geva granskarum møguleika at vitja aðrar stovnar í styttri tíðarskeið. Netverkið fevnir í dag um 18 stovnar við sokallaðum Taxonomic Acess Facilities.
Upprunaliga byrjaði SYNTHESYS í 2004. 1. september 2013 byrjaði triði partur av verkætlanini, sum endar í 2017.
Les útboðið, ið er sent út sum tíðindaskriv og les meira her
Evstamark fyri at søkja er 17. oktober kl. 17:00.
Tey næstu 3 árini verður eisini møguleiki at søkja umvegis hesa skipanina.
Slóð til verkætlanarheimasíðuna
Lýsingin sæs eisini á EURAXESS