Agnes tari.jpg
Skriva út
Lagt út: 07.06.2017

Vitan um vøkstur og góðsku á føroyskum tara

Fyrsta vísindaliga greinin um taraaling í Føroyum givin út. Agnes Mols Mortensen, granskari á Fiskaaling, er høvuðsrithøvundur. Hinir rithøvundarnir eru Elma á Geilini Ortind, Charlotte Jacobsen og Susan L. Holdt.

Greinin veitir grundleggjandi vitan um vøkstur og góðsku av tara, aldum í føroyskum øki, og er eitt byrjunarskot til eina vitanargrundaða taraalivinnu í Føroyum.

Í greinini verður staðfest, at góðskan av breiðbløðkutum sukurtara, mált við innihaldinum av protein og essentiellum aminosýrum, er tengd at árstíð, og ikki hvussu harðbalið økið er, har tarin er aldur. Vakstrarratan er heldur ikki tengd at, hvussu harðbalið aliøkið er, men taraindividini ald á streymhørðum øki, viga meira enn tey, ið eru ald har, tað er vart. 

Størsta úrtøkan av tarabiomassa (kg pr. metur línu) er á tí varda aliøkinum og ikki á tí streymharða aliøkinum. Orsøkin til hetta er mett at vera tengd at alternativa sáðingarháttinum, ið varð nýttur. Sáðingarhátturin kallast "direct seeding” , og greinin vísir á, at hesin sáðingarháttur er egnaður á vardum økjum, og ikki so væl egnaður  á harðbalnum økjum. 

Heiti á nýggju vísindalig greinini, ið júst er komin út í tíðarritinum Journal of Applied Phycology, er: "Variation in growth, yield and protein concentration in Saccharina latissima (Laminariales, Phaeophyceae) cultivated with different wave and current exposures in the Faroe Islands”. 

Verkætlanin er fíggjað av Fiskaaling og Granskingargrunninum. 

Greinin byggir í stóran mun á masteruppgávuna hjá Elmu á Geilini Ortind, sum hon gjørdi á Fiskaaling og vardi á Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Agnes Mols Mortensen var vegleiðari.

Øll greinin kann lesast her

Kelda: Fiskaaling

Mynd: Agnes Mols Mortensen