Vitan á skák eydnaðist væl - tilfar frá tiltakinum
Í farnu viku skipaði Granskingarráðið fyri tiltakinum Vitan á skák á Torginum í SMS. Framsýning lat upp mánamorgun við góðum 220 barnatekningum, 90 lýsingum av aktuellum granskingaverkætlanum og ymsum kunningartilfari um gransking.
Fríggjadagin og leygardagin vóru ein ørgrynna av tiltøkum á skránni. Fríggjamorgunin byrjaði við, at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, helt røðu, m.a um hvussu væl børn duga at seta grundleggjandi spurningar.
Síðani vóru hvønn hálvan tíma framløgur, har granskarar fortaldu um, hvat teir arbeiða við, hví og hvat hetta skal brúkast til. Fleiri kappingar vóru á skránni, t.d. at gita, hvussu nógvar nytrur vóru í einum ílæti og hvussu nógv yngul var í einum kari og kapping um at byggja eitt ethanolmýl, sum líkist einum hundi. Høvi var at síggja ymiskt undir sjóneyku, royna seg við uppgávum o.s.fr. Bólkurin Pixel málaði eina stóra mynd við gransking sum tema.
Vit í Granskingarráðnum halda, at tiltakið var heilt væl vitjað og at tey, sum vóru har, hugnaðu sær óført. Vit vilja takka øllum, sum eru komin við afturmeldingum á staðnum og frætta annars fegin frá fólki, um tit hava hugskot til, hvat vit kundu gjørt og gjørt betri, um vit fara at gera eitt líkandi tiltak aftur eina aðru ferð.
Tilfar frá tiltakinum
Myndir frá tiltakinum kunnu síggjast her: Fríggjadagin og Leygardagin
Her ber eisini til at taka niður ein stóran part av tilfarinum frá framsýningunum í SMS.
Uppgávur.til børn og ung , m.a. um fossilar í gólvinum í SMS, hvør granskar hvat í Føroyum og myndir úr myndum.
Ymiskt um gransking m.a. hvat gransking er, hvat ein granskari er, hvat býr aftanfyri ymsu stavs- og doktaraheitini, hvussu mann verður granskari og hvussu vit fáa innlit í granskingarúrslitini.
Tvey hugsað dømi um, hvussu yrkisleiðin kann síggja út hjá einum ungum granskara:
CV Vitanarfróði og CV Vitanarfróða
Allar 90 verkætlanarlýsingarnar eru savnaðar undir teimum stovnunum, har fólkini eru knýtt at. Talan er um lýsing av einum fittum parti av tí gransking, sum fer fram í Føroyum í dag ella sum føroyingar fáast við uttanlands. Gjørt verður vart við, at talan er um tilfar, sum er savnað við stuttari tíðarfreist til eina framsýning. Hetta er tí ikki heilt javnt umboðandi føroyska gransking, men gevur tó eina góða mynd av tí fjølbroytni sum er innan økið. Dentur er lagdur á at lýsa, hvat verður arbeitt við, hví, hvussu, hvørji úrslit eru væntað og hvat tey skulu brúkast til.
Tað eru frá 1 til 18 lýsingar í hvørjum skjali.
Umhvørvisstovan
Søgu og Samfelagsdeildin
Náttúruvísindadeildin
Náttúrugripasavnið
Læraraskúlin
Landssjúkrahúsið
Jarðfeingi
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Havstovan
Havsbrún
Havlívfrøðiliga Royndarstøðin
Hagstovan
Granskingarráðið - arbeiða uttanlands
Føroyamálsdeildin
Fornminnissavnið
Fiskaaling
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu