Vitan á skák er nú á Torginum
Granskingardagarnir á Torginum í SMS eru nú farnir av bakkastokki.Frá mánadegi 15. februar er framsýning við:
- 222 barnatekningum
- 90 lýsingum av aktuellum granskingarverkætlanum
- almennari kunning um gransking
Fríggjadagin 19. og leygardagin 20. februar verða tiltøk á skránni:
- Granskarar hava stuttar framløgur um sína gransking
- Kappingar fyri børn og ung – vinningar verða gávukort úr Rit & Rák
- Møguleiki at royna ymisk granskingaramboð og lutir
- Bólkurin Pixel málar sítt boð uppá føroyska granskaran anno 2010
- Kaffi-/saftkrókur við bløðum um vísindi og gransking til børn og vaksin
- Teknikrókur fyri børn
Tak innslagið niður her ella lurta beinleiðis á netinum á síðuni hjá Góðan morgun Føroyar.