Vistfrøðilig forsøgn – hálvt til hálvtannað ár
Tað kann gerast møguligt at spáa um góðar gróðraríkar umstøður á Landgrunninum hálvt- til hálvtannað ár frammanundan. Kaldir og vindharðir vetrar køla, blanda og ‘taða’ sjógvin millum New Foundland og Føroyar, og hetta økir um gróður og tískil føðinøgd til alla vistskipanina.
Í nýggjari grein, ið er útkomin í tíðarritinum Progress in Oceanography, er lýst, hvussu økt vetrarblanding viðførir økta nøgd av reyðæti (Calanus finmarchicus), ið er týdningarmesta føðigrundarlagið í Norðuratlantshavi. Týðiligt samband er funnið millum djúpa blanding og nógv djóraæti árini 1973, 1976, 1984-1985, 1991, 1993-1995, 2000-2001 og í 2008-2009. Harði veturin 2014-2015 viðførdi aftur nógva blanding, og nøgdin av nebbasild og fiskayngli sum heild er økt seinastu tvey árini (ref. Junitúrur), og harafturat eru umstøðurnar hjá sjófugli við Føroyar betraðar nógv. Hetta stuðlar undir at slíkar forsøgnir kunnu gerðast álítandi.
Tað er Hjálmar Hátún á Havstovuni, sum er fyrsti høvundur, greini er skrivað í samstarvi við starvsfelagar á Havstovuni, á Max Planck Institute for Meteorology og aðra staðni.
Geinin kann lesast her (krevur hald)
Les um Hjálmar Hátún í Heilagrunninum