Vísindi frá villum heilum
Heini í Skorini er ein av 20 granskarum í Føroyum, Danmark og Grønlandi, sum hava givið sítt íkast til eina bók um nakrar av teimum stóru spurningunum í heiminum, ið granskarar royna at fáa greiði á.
Bókin kallast “Videnskab fra vilde hjerner” og er sera breið, løtt at lesa og vælegnað til lesandi og onnur við áhuga fyri vísindi.
Í bókini greiða granskararnir frá teirra gransking í stórum evnum, ið hava týdning fyri heimin í dag, og um hvussu teir royna at kortleggja verðina.
Greinin hjá Heina í Skorini snýr seg um talufrælsi og átrúnað, og um hvussu tøknirisarnir hava kollvelt alt orðaskiftið um innlendis og altjóða sensur. Aðrir granskarar, ið eru við í bókini, eru millum annað Morten Meldal, nobelprísvinnari og alisfrøðingur, Svend Brinkmann, sálarfrøðingur, Lone Simonsen, farsóttargranskari, Trine Baumbach, professari í revsirætti, og Minik Rosing, jarðfrøðingur.
Bókin byggir á poddvarpið “Videnskab fra vilde hjerner“, har Anja C. Andersen, stjørnualisfrøðingur, saman við øðrum hevur havt samrøður við eina røð av granskarum.
Les meira um bókina "Videnskab fra vilde hjerner" her.