Vísindavøkan vitjar miðnámsskúlar
Tríggir granskarar vitjaðu á Miðnámi á Kambsdali í morgun í sambandi við Vísindavøkuna, ið nú er farin á ferð kring landið. Stórur áhugi var fyri fyrilestrunum, og lærarar og næmingar vóru væl nøgdir við vitjanina.
Granskararnir, ið hildu fyrilestrar á Kambsdali, vóru Dávid í Lág, Hans Andrias Sølvará og Sigurd Christiansen, allir frá Fróðskaparsetrinum.
Í morgin vitja granskarar frá Fróðskaparsetrinum og øðrum granskingarstovnum á Glasi og á Miðnámi í Vestmanna, og mánadagin verður vitjað á Miðnámi í Suðuroy.