Sjovinnuhusid
Skriva út
Lagt út: 27.06.2024

Vísindavøkan verður í Havn 27. september 2024

Árliga vísindavøkan verður í Sjóvinnhúsinum fríggjadagin tann 27. september. 

Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.

Uttanfyri verða tiltøk fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir, meðan starvsfólk á Havstovuni sýna fram ymsar fiskar o.a. Á Svalanum kring matstovuna Silo verða eisini ymisk tiltøk til stór bøn og vaksin.

Framløgurina verða frá kl. 8.30 til umleið kl. 15.30. Tá verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, onkrum lættari tiltaki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Øll eru vælkomin og øll tiltøk eru ókeypis.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Skráin verður kunngjørd tíðliga í august. 

Vísindavøka verður eisini á ferð í døgunum 16. til 25. september.