Sjovinnuhusid
Skriva út
Lagt út: 27.08.2024

Vísindavøkan nærkast

Í dag er ein mánaði til Vísindavøku 2024, sum verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 27. september frá kl. 8.30 - 16.

Á skránni verða 20 framløgur í Kongshøll við granskarum á ymiskum granskingarstovnum. Eisini verða tiltøk av ymiskum slagi á Svalanum og uttanfyri. 

Endamálið við Vísindavøku er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Vísindavøkan 2024 er tann 17. í røðini, sum Granskingarráðið og granskingarstovnarnir skipa fyri.  

Skráin fyri Vísindavøkuna 2024 sæst her.