b05499ecc24b5af60086917805e6beaa.JPG
Skriva út
Lagt út: 28.08.2012

Vísindavøkan fingið búmerki

Nú Vísindavøkan verður fyriskipað á fimta sinni, hava vit fingið gjørt eitt búmerki til tiltakið.

Tað er sett saman av orðinum Vísindavøka og eini grafiskari mynd av frænum á hagasólju, sum stendur upp ímillum fyrra og seinna lið á orðinum. Fræið stendur fast á blómuni, inntil tað sleppur á flog við lotinum - ella hugflognum - og kann ferðast víða um.

Hagasóljan kann her síggjast sum ímynd av gransking og granskarum. Vit geva henni ikki altíð gætur í gerandisdegnum, men hon er nógvastaðni, eisini har, sum tað kann tykjast lítið liviligt. Fræið kann ferðast víða, men festir ofta røtur í grannalagnum, har tað frammanundan hevur livað. Tað legst mest afturat, har tað frammanundan eru sóljur.

Evnini og hugurin at ferðast, at flyta seg millum granskingarumhvørvi,  er týdningarmikil partur av evropiska granskingarsamstarvinum, sum Vísindavøka er partur av.

Litirnir í búmerkinum eru bjartir og kunnu ímynda sólina ovast, lív og vøkstur í miðjuni og niðast sjógvin. Tvær skriftir eru brúktar til heitið Vísindavøka. Fyrri liður er við Meta Light og seinni liður við Caflisch Script Pro. Til annan tekst afturat, t.d. tíð og stað, verður Meta Light brúkt.

Samansetingin av tvíbýtta orðinum við eini mynd ímillum, er hugsað sum bindilið við búmerkið hjá Granskingarráðnum.

Tað er Else Sjúrðarberg, grafiskur sniðgevi, sum hevur gjørt búmerkið til Vísindavøkuna.

Vísindavøka er partur av evropiska tiltakinum Reearchers’ Night, sum verður hildið kring alt Evropa 4. fríggjadag í september. Í ár verður Vísindavøkan hildin í Østrøm 27. og 28. september. Skráin verður kunngjørd í næstum. Les meira um Vísindavøkuna her.