Vísindavøkan fer um alt landið við fyrilestrum
Áhugin fyri átakinum Vísindavøka á ferð er størri, enn vit høvdu torað at droymt um. Tað eru nú avtalaðir gott 40 fyrilestrar kring landið í døgunum 21. -24. september.
Granskarar fara á skúlar, á arbeiðspláss, bókasøvn og aðra staðni at fortelja um sína gransking, sum spennir víða, frá ávirkan á náttúruna til kristiliga barnalærdómin, frá makreli í føroysku vistskipanini til sambandið millum sang, tónleik og heilsu, frá orkuspurningum til politiska søgu. Tað eru fyrilestrar á hug-, samfelags- náttúru og heilsuvísindaøkinum.
Tiltakið verður skipað so at flest allir føroyingar skulu kunna fáa lut í Vísindavøkuni, sum hevur til endamáls at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.
Sjálv Vísindavøkan verður í iNOVA á Hoyvíksvegi 51 í Havn fríggjadagin 25. september. Les meira um hetta her
Hevur tú eisini hug at bíleggja ein fyrilestur, so er hetta møguligt fram til 3. september ella so leingi tað enn eru tøkir fyrilestrar. Yvirlitið við fyrilestrum sæst her.
Tá tilmeldingarfreistin er farin verður samlaða skráin kunngjørd á gransking.fo og á Facebook síðu okkara