Vísindavøkan á ferð – bílegg ein granskara!
Nú er aftur møguleiki at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur fyri einum arbeiðsplássi, miðnámsskúlaflokki ella øðrum kring landið í sambandi við ársins Vísindavøku.
Í 2015 royndu vit fyrstu ferð átakið Vísindavøka á ferð. Tá vóru 45 fyrilestrar hildnir kring landið og næstan 1500 fólk vóru til fyrilestur. Aftur í 2016 høvdu við hetta tiltakið. Tá vóru 54 fyrilestrar hildnir.
Vegna Granskingarráðið og stovnarnar bjóða vit tykkum at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur ein av døgunum 15. – 28. september. Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið.
Granskarin heldur ein fyrilestur um eitt avtalað evni í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak.
Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvsfólk ella limir, á Facebook, við tíðindaskrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 30 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava samsýning fyri fyrilesturin.
Avtalur verða í mest møguligan mun gjørdar í tí raðfylgju, sum tað verður bílagt. Tó tilskila vit okkum rætt til at samskipa nakað í einum øki, so tað ikki verða ov nógvir fyrilestrar í senn, ella at leggja ávísar fyrilestrar har, sum vit hava royndir við at tað koma nógv fólk.
Bíleggjast skal í seinasta lagi 1. september á telduposti gransking@gransking.fo. Eftir hetta verður samlaða skráin almannakunngjørd á gransking.fo og á okkara Facebook síðu.
Endamálið er at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni. Fríggjadagin 29. september verður ársins Vísindavøka við framløgum, framsýningum og tiltøkum í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Tórshavn. Sí meira á gransking.fo og á okkara Facebook vanga.
Granskararnir, sum hava játtað at halda fyrilestur, eru:
Annbjørg á Høvdanum, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu | Ávirkanin av møði á kognitivu funktiónsevnini hjá heilanum. UPPTIKIN |
Ari Johanneson, Umhvørvisstovan | Framtíðar elmarknaður.UPPTIKIN |
Ása Jacobsen, Fiskaaling | Sekvensering av bakteriusamfeløgum |
Birgitta Andreasen, Umhvørvisstovan | Arktisk umhvørviseftiransing í Føroyum – hvussu sær tað nú út við dálkandi evnum í t.d. toski ella teistaeggi? UPPTIKIN |
Bjarni á Steig, Landssjúkrahúsið | Cannabis sum heilivágur UPPTIKIN |
Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan | Pumped storage verkætlanir. |
Bogi Magnussen & Knud Simonsen, Fiskaling | Sjóvarfalsrákið á snildfon UPPTIKIN |
Erika Hayfield, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið | Útlendingar í Føroyum: At navigera í einum samfelagi við tøttum sosialum sambondum. UPPTIKIN |
Hallbera F. West, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið | ”Eldsløkking” í Løgtinginum, tá ”eldávaring” ljóðar frá Umboðsmanninum. Um parlamentariskt eftirlit. UPPTIKIN |
Hans Andrias Sølvará, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið | Tann føroyska lagnustundin í Kiel í 1814. UPPTIKIN |
Heri Ziska, Jarðfeingi | Leitimiðið Helena; eitt úrslit av jarðfrøðiligar endurskoðan av føroyska landgrunninum UPOTIKIN |
Jana Ólavsdóttir, Jarðfeingi | Grundvatn í Føroyum. |
Jónrit Halling, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið | Gransking í autismu í Føroyum. UPPTIKIN |
Katrin Hoydal, Umhvørvisstovan | Hormonórógvandi árin av dálkingarevnum – støðan í grindahvali. Ávirkan av PCB, kloreraðum týningarevnum og bromeraðum flammutálmarum á vitamin, hormon og ensymskipanir. UPPTIKIN |
Kári M. Mortensen, Umhvørvisstovan | Ferð á grøna orku. UPPTIKIN |
Malan Marnersdóttir, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið | Kyn í føroyskum bókmentum. UPPTIKIN |
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan | Nýtt Sundsverk. Tungolja ella LNG. UPPTIKIN |
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan | Hitamátingar í ovaru jarðløgum í Føroyum. Úrslit og tulkingar av mátingum frá veðurtænastum, boriholum og jarðhitaholum. UPPTIKIN |
Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi | Oljuríkt móðurgrýti eystanfyri Føroyar. |
Runa Preeti Ísfeld, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið | Kvinnuligir tilflytarar, avbjóðingar og møguleikar í Føroyum. UPPTIKIN |
Sólvá K. Eliasen, Havstovan | Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum? UPPTIKIN |
Sunnvør K. í Kongsstovu, Amplexa og Náttúruvd., Fróðskaparsetrið | Arvafrøði sum amboð í fiskivinnuni. |
Toke Meyer Carlsen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið | Matematikken bag kunstig intelligens. UPPTIKIN |
Tórheðin J. Jensen, Varðin p/f og Henley Business School | Samspæl millum praktiska vitan og bókliga vitan í føroysku fiskivinnuteyggjuni. UPPTIKIN |
Turið Hammer, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu | Títtleikin av tarmbrúnasjúkum í Føroyum. UPPTIKIN |
Turið Madsen, Jarðfeingi | Jarðfrøðin í nýggja Hvalbiartunlinum. |
Vár í Ólavstovu, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið | Gevur vend læring og førleikalæring betri og varandi læruúrtøku? |
Tey flestu kunnu halda fyrilestur 1 ella 2 ferðir. Tey, sum eru merkt við skákskrift, hava longu játtað seg til nóg nógvar fyrilestrar.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum - annaðhvørt um onkur fær forfall ella um fleiri koma afturat.