Vísindavøkan á ferð 2016 – bílegg ein granskara!
Í september fer Vísindavøka aftur á ferð kring alt landið.
Í sambandi við Vísindavøkuna 2016 hava ein røð av granskarum játtað at halda fyrilestrar kring landið í september. Endamálið er at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni. Fríggjadagin 30. september verður sjálv Vísindavøkan við framløgum, framsýningum og ymsum tiltøkum. Hon verður í Perluni og Reinsarínum í Tórshavn.
Við hesum bjóða vit skúlum, stovnum, fyritøkum, feløgum, kirkjum, samkomum og øðrum at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur hjá sær ein av døgunum 19. – 29. september. Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið.
Granskarin heldur ein fyrilestur um eitt avtalað evni í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak.
Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvsfólk ella limir, á Facebook, við tíðindaskrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 20 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava samsýning fyri fyrilesturin.
Avtalur verða gjørdar í tí raðfylgju, sum tað verður bílagt, so tey sum spyrja fyrst, hava fyrsta rætt. Tað ber væl til at biðja um fleiri fyrilestrar til sama stað, gjarna við eini raðfesting av, hvør fyrilestur ynsktur verður. Í fyrsta umfari tilskila vit okkum rætt til bert at játta ein fyrilestur til hvønn, sum bíleggur. Er rúm fyri tí, ber til at fáa fleiri.
Bíleggjast skal áðrenn 5. september á telduposti gransking@gransking.fo. Eftir hetta verður samlaða skráin almannakunngjørd á gransking.fo og á okkara Facebook síðu.
Tiltakið varð á fyrsta sinni fyriskipað í 2015. Tá vóru 45 fyrilestrar hildnir kring landið og næstan 1500 fólk vóru til fyrilestur. Les meira um tað her
Granskararnir, sum hava játtað at halda fyrilestur, eru
Andrass Holm Arge, Búnaðarstovan: "Landbúnaðarlóggáva fyrr og nú"
Anfinnur Johansen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið: "Føroyskir uppkallingarsiðir" UPPTIKIN
Ari Johannesen, Umhvørvisstovan: "Elprísur og elektrifisering"
Ása Johannesen, Fiskaaling: "Persónleiki hjá rognkelsum" UPPTIKIN
Birgitta Andreassen, Umhvørvisstovan: "Um framkomnar kanningarhættir, har nakrir eisini kunnu gerast á iNOVA, sum kunnu nýtast til at kanna hvussu tilfar forferst og hvat maturin hjá tær inniheldur av syntetiskum evnum sum er í skógvunum."
Bjarti Thomsen, Umhvørvistovan: "Grøn elframleiðsla og orkugoymslur." UPPTIKIN
Bjørg Mikkelsen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan: "Nýggjar kanningar av PCB og Dioksin i grindahvali."
Erland Viberg Joensen, Søvn Landsins: "Arbeiðsfólk og handverkarar fram til 1950-árini – millum mentanar- og samfelagssøgu" UPPTIKIN
Gro Gade Haanes , Sjúkrarøktarfrøðideildin, Fróðskaparsetrið: "Hørsel, syn, og lysforhold hos eldre pasienter i hjemmesykepleien" UPPTIKIN
Gunnvør á Norði, Fiskaaling: "Lúsayngul og smittutrýst" UPPTIKIN
Gunnvør á Norði, Fiskaaling: "Súrevnistrot á gáttarfirðum" UPPTIKIN
Hans Andrias Sølvará, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið: "Føroyskur politikkur undir fyrra heimskríggi, millum kavbátar, flutningstrupulleikar og danskan politikk" UPPTIKIN
Helgi D. Michelsen, Søvn Landsins: "Talgild fornfrøði" UPPTIKIN
Heri Ziska, Jarðfeingi: “Jarðvísindini handan oljuleiting; fyrireikingar til komandi oljuleitingarútbjóðingarumfør"
Janus Hansen, Søvn Landsins: "Vespur í Føroyum" UPPTIKIN
Jákup Reinert Hansen, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið: "Tann syngjandi trúbótin" UPPTIKIN
Jim á Horni, Jarðfeingi: “Føroyar sum arktiskt øki” UPPTIKIN
Jóan Pauli Joensen, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið: “Í stovuni sofu, í køki komfýr. Føroyski bústaðurin fyrsta part av 20. øld” UPPTIKIN
Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið: "Skateboard, ella rullifjøl ella... Málvariatión" UPPTIKIN
Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið: "Føroyskt – málið í miðjuni" UPPTIKIN
Jórun Simonsen og Lív Egholm, Landssjúkrahúsið: "Basic Body Awareness Therapy – Fremur rørslukvalitet og heilsu í gerandisdegnum"
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan: "Orkunýtsla og orkuframleiðsla á vegamóti"
Kristianna Dam, Sjúkrarøktarfrøðideildin, Fróðskaparsetrið: "Hvussu uppliva børn hjá foreldrum, ið eru rakt av sálarsjúku, sína tilveru" UPPTIKIN
Lis Mortensen, Jarðfeingi: “Føroyar ávegis at vera UNESCO-Geopark” UPPTIKIN
Maria Dam, Umhvørvisstovan: "Heilivágsleivdir og óloglig rúsandi evni, sápa, kyksilvur, gassir og partiklar; vit gera ein rúgvu av kanningum í føroysku náttúruni; í vatni, luft, mold og djórum - og oftani sovorðin, sum vit eta til matna"
Maria Skaalum Petersen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu: "Gransking innan neurodegenerativar sjúkur í Føroyum” UPPTIKIN
Martin V. Heinesen, Jarðfeingi: "Landgrunnurin gerst størri – Úrslit av langskygdari gransking."
May-Britt Skoradal, Sjúkrarøktarfrøðideildin, Fróðskaparsetrið: "Hvønn týdning hevur fótbóltur á heilsustøðuna hjá fólki við prediabetes" UPPTIKIN
Meinhard Eliassen, Umhvørvisstovan: "Oljunýtsla og oljuframleiðsla uppá gott og ónt"
Noomi O. Gregersen, FarGen: "Eru føroysk gen áhugaverd í heilsuhøpi" UPPTIKIN
Pál Weihe, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu: “Dálkingarevni og immunskipanin hjá børnum í Føroyum" UPPTIKIN
Pál Weihe, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu: "Heilsuárin av grind og spik" - saman við sýning av dokumentarfilminum Grindahvalurin UPPTIKIN
Petra E. Petersen & Jógvan Páll Fjallsbak, Heilsufrøðiliga Starvsstovan: ”Eyðmerking av bakterium í sambandi við ræsing av skerpikjøti” UPPTIKIN
Rólvur Djurhuus, Búnaðarstovan: “Gransking og skrásetingar í seyðahaldi í Føroyum” UPPTIKIN
Sanne Storm, Landssjúkrahúsið: "Bedring af søvnkvalitet med musik og lydpude"
Sólva Eliasen, Havstovan: "Plantuæti kring Føroyar – avmyndað við fylgisveini" UPPTIKIN
Sólva Jacobsen, Havstovan: "Æti og yngul á føroyska landgrunninum" UPPTIKIN
Suni Petersen, Umhvørvisstovan: "Gransking og eftiransing sum grundarlag undir avgerðum í umhvørvisfyrisiting."
William Smith, Landssjúkrahúsið: “Leysasøgur og sannroyndir um smittu og smittuspjaðing“ UPPTIKIN
Tey, sum eru merkt við skákskrift, hava longu játtað seg til nóg nógvar fyrilestrar.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum - annaðhvørt um onkur fær forfall ella um fleiri koma afturat.