Vísindavøkan á ferð 2015 – bílegg ein granskara!
Síðst í september fer Vísindavøka at vera kring alt landið. Í sambandi við Vísindavøkuna 2015 hava ein røð av granskarum játtað at halda fyrilestrar kring landið í vikuni upp undir Vísindavøkuna. Hetta er í døgunum 21. til og við 24. september. Endamálið er at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni. Fríggjadagin 25. september verður ein heilur dagur við framløgum, framsýningum og tiltøkum í iNOVA í Tórshavn.
Við hesum bjóða vit skúlum, stovnum, fyritøkum, feløgum, kirkjum, samkomum og øðrum at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur hjá sær ein av døgunum 21. – 24. september. Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið.
Granskarin heldur ein fyrilestur um eitt avtalað evni í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak.
Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvsfólk ella limir, á Facebook, við tíðindaskrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 20 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava samsýning fyri fyrilesturin.
Avtalur verða gjørdar í tí raðfylgju, sum tað verður bílagt, so tey sum spyrja fyrst, hava fyrsta rætt. Tað ber væl til at biðja um fleiri fyrilestrar til sama stað, gjarna við eini raðfesting av, hvør fyrilestur ynsktur verður. Í fyrsta umfari tilskila vit okkum rætt til bert at játta ein fyrilestur til hvønn, sum bíleggur. Er rúm fyri tí, ber til at fáa fleiri.
Bíleggjast skal áðrenn 3. september á telduposti gransking@gransking.fo. Eftir hetta verður samlaða skráin almannakunngjørd á gransking.fo. Hon verður eisini prentað í Vísindavøkublaðnum, sum kemur í hvørt hús 16. september.
Granskararnir, sum hava játtað at halda fyrilestur, eru:
Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling: Taraaling - frá spora til borðisk. UPPTIKIN
Anna Maria Fosaa, Søvn Landsins: Hvussu ávirka vit menniskju plantuvøksturin í føroysku náttúruni. UPPTIKIN
Ari Johanneson, Jarðfeingi: Elprísur og elektrifisering.
Ása Johannesen, Fiskaaling: Persónsleiki hjá rognkelsum: Hvørji eta flest lýs.
Bjarti Thomsen, Jarðfeingi: Vindur og orkugoymsla.
Erland Viberg Joensen, Søvn Landsins: Føroyar traditión og modernitetur - uttanfyri og partur av heimssamfelagnum. Við støði í tíðini eftir kríggið í 1945 til í dag – mentanar- og vinnulív, miðfyrisiting, kalda kríggið, altjóða sambond og stovnseting av vísinda- og vitanarstovnum. UPPTIKIN
Erland Viberg Joensen, Søvn Landsins: Hvalastøðin við Áir miðskeiðis í 1960-árunum og í dag. Ein samleikandi ætlan at varðveita eitt ídnaðarminni. UPPTIKIN
Eydna í Homrum, Havstovan: Norðhavssildin fyrr og nú.
Hannes Gislason, Fróðskaparsetrið: Biostatistikkur, bioinformatikkur og teldulívfrøði. Úrslit og ætlanir innan aligransking, heilsugransking og greining av pelagiskum fiskastovnum.
Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið: Fólkaatkvøðan í 1946. UPPTIKIN
Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið: Frá sjálvstýri móti loysing. Radikaliseringin av tjóðskapar- og sjálvstýrisspurninginum. UPPTIKIN
Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið: Læknastríðið 1952-1956. UPPTIKIN
Heri Ziska, Jarðfeingi: Oljuleiting á føroyskum øki, frá byrjan til í dag.... og frameftir.
Jákup Reinert Hansen, Fróðskaparsetrið: Hin kristiligi barnalærdómurin – Katekismus-undirvísing í Føroyum. Við støði í 1700-talinum verður spurt, hvat børn og ung í Føroyum skuldu læra – og um tey so eisini dugdu tað. UPPTIKIN
Jan Arge Jacobsen, Havstovan: Makrelur í føroysku vistskipanini. UPPTIKIN
Jan Sørensen, Søvn Landsins: Djóralívskanningar sum amboð til at vísa á dálking. UPPTIKIN
Jana Ólavsdóttir, Jarðfeingi: Tankar um, hvussu heitar keldur verða til í Føroyum.
Jóhannis Danielsen, Havstovan: Kanningar av ferðing hjá- og dálking av lomviga, ritu, lunda, havhesti, likku, fiskimása og æðu. UPPTIKIN
Kári Mortensen, Jarðfeingi: Virkisætlan. Framtíðar orkuskipan í Føroyum. UPPTIKIN
Kári Mortensen, Jarðfeingi: Hvussu fáa vit veruliga gongd á elektrifisering av upphiting? UPPTIKIN
Kári Mortensen, Jarðfeingi: Elektrifisering av ferðsluni á landi og útbygging av varandi orkuframleiðslu. UPPTIKIN
Katrin Hoydal, Umhvørvisstovan: Hvat er sambandið millum kyksilvur, kol og hval? UPPTIKIN
Knud Simonsen, Fiskaaling: Møguleikar fyri sjóvarfallsorku. UPPTIKIN
Knud Simonsen, Fiskaaling: Rák á firðunum. UPPTIKIN
Kristianna Hammer, Fróðskaparsetrið: Lýsing av vón. Kanning av kvinnum, ið nýliga hava fingið staðfest undirlívskrabba. UPPTIKIN
Lis Mortensen, Jarðfeingi: Náttúruarvur, - hvørja náttúru lata vit eftirkomarum okkara? UPPTIKIN
Maria Dam & Heini V. Johannesen: Umhvørvisstovan: Kanningar farnar í fisk.
Meinhard Eliasen, Jarðfeingi: Frá torvi til jarðhita. UPPTIKIN
Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi: Tann dynamiska livandi jørðin í fleiri milliardir ár.
Pál Weihe, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu: Heilsuárin av dálkaðum mati úr havinum.
UPPTIKIN
Sanne Storm, Landssjúkrahúsið: Sangur, tónleikur og heilsa. UPPTIKIN
Símun V. Arge, Søvn Landsins: Sandur í fornfrøðiligum ljósi - heimildarmeingi og avbjóðingar.
Tóra Petersen, Landssjúkrahúsið: Sálarløstur hjá føroyskum skúlabørnum - Kunnu vit gera nakað sum linnar og stuðlar? UPPTIKIN
Turið Madsen, Jarðfeingi: Hvussu vóru Føroyar fyri 50 milliónum árum síðan.
Turið Sigurðardóttir, Fróðskaparsetrið: Kynssamleiki í føroyskum barna- og ungdómsbókum. UPPTIKIN
William Smith, Landssjúkrahúsið: Multiresistentar bakteriur: Hví tær hava ment seg so lutfalsliga ógvusliga í Føroyum, og hvørjar vónir vit hava fyri at sleppa av/minka um trupulleikan. UPPTIKIN
Zakaris Hansen, Fróðskaparsetrið: Fjølbroytni í orðalag í føroyskum UPPTIKIN
Tey, sum eru merkt við skákskrift, hava longu játtað seg til nóg nógvar fyrilestrar.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum - annaðhvørt um onkur fær forfall ella um fleiri koma afturat.