2019 09 19 17.20.09
Skriva út
Lagt út: 20.09.2019

Vísindavøkan 2019 verður í dag

Í morgun kl. 8.00 verða dyrnar latnar upp fyri Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum.

16 framløgur vera í Kongshøll á 4. hædd. Hesa spenna víða, frá spurninginum um, hvar plastikki í havinum kring Føroyar endar, kanningar av vistskipanini við DNA dyrging, til tíðina, tá kvinnur arvaði helvtina av tí, menn arvaðu og til hvar eru víkingagravir í Føroyum.

Á Svalanum á 2. hædd ber til at síggja við egnum eygum, hvat granskarar finna í havhestamagum, hvussu teir síggja kynið á laksum, hvussu streymur ferðast í sjógvi og hvør upprunin á fólkanøvnum í Føroyum er. Til ber at gera DNA royndir og royna VR heimin.

Uttanfyri í teltunum eru eksperimentir fyri børn og vaksin og ymsir fiskar at síggja.

Kl. 11.45 fer nýggi rektarin, Chik Collins at halda røðu, og kl. 15.30 verður heiðursløn latin fyri framúrskarandi miðling av gransking.

Titakið er alment og ókeypis.

Skráin fyri Vísindavøku sæst á gransking.fo