8cd16b9b17d5dd5b6ea63ff25943daf9.jpg
Skriva út
Lagt út: 05.10.2012

Vísindavøkan 2012 hevði metvitjan

27. og 28. september 2012 skipaði Granskingarráðið fyri Vísindavøku á fimta sinni. Hetta varð størsta Vísindavøkan higartil og samanumtikið eitt sera væl eydnað tiltak.

Mett verður, at umleið 1500 fólk í alt vitjaðu tiltakið í stóru høllini og ovaru hølunum hjá Öström og har á leið hesar báðar dagarnar. Hósdag og fríggjadag vóru tað serliga næmingar frá Studentaskúlanum í Hoydølum, Føroya Handilsskúla í Havn, Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, Tekniska Skúla í Klaksvík og NámX í Eysturskúlanum. Eisini komu onkrir 9. flokkar og yngri næmingar seinnapart fríggjadag.

Fjølbroytt skrá fyri stór og smá
Allir granskingarstovnarnir høvdu básar, har tey vístu og greiddu frá sínum virksemi, 10 básar í alt. 23 granskarar hildu í alt 27 stuttar framløgur. Hesin parturin var serliga skipaður til næmingar og var væl vitjaður.

Í kaféini European Corner var ymiskt gott at fáa, m.a. bjóðaðu vit Vísindavøku køku í sambandi við setanina, har Sigurð í Jákupsstovu rektari á Fróðskaparsetrinum, helt røðu.

Lærarar úr Hoydølum skipaðu fyri ymsum stuttligum royndum. Fólk frá Havstovuni og Náttúruvísindadeildini skóru fisk upp og greiddu frá. Bioanalytikarar frá Ílegusavninum og Landssjúkrahúsinum hjálptu fólki at uppreinsa DNA, sum tey fingu við sær í eitt hálssmúkku. Útferðir vóru skipaðar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landsskjalasavnið og út á Tinganes.

Á kvøldsetuni vóru tvær heiðurslønir handaðar. Dorete Bloch fekk heiðursløn fyri serliga góða almenna miðling av gransking og Gunnar G. Guttesen fekk heiðursløn fyri besta filmin í filmskappingini.

Maria Dam og Pál Weihe høvdu tvær skemtligar framløgur úr teirra granskingarverð, kallaðar gransking við einum skálkabrosi.

Ein steðgur var í, har høvi var at royna fleiri sløg av serøli frá Føroya Bjór, sum var gjørt við føroyskari hyllublómu, jarðberum, kvannum og klokkulyngi.

Kvøldið endaði við framførslu av verkinum Føroyar 5.2. Hvussu ljóða Føroyar? sum Uni Árting og Jens L. Thomsen hava staðið fyri saman við nógvum øðrum. Áhugin var so stórur, at verkið varð framført tríggjar ferðir fyri umleið 300 fólkum í alt.

Gott tilfar at arbeiða víðari við
Á gransking.fo verður tilfar um Vísindavøkuna savnað, so til ber at leita aftur til myndir og framløgur, sum eitt nú kunnu brúkast hjá skúlanæmingum í sambandi við uppgávur. Les meira og finn tilfar frá Vísindavøkuni 2012 her

Eftirmetingarnar frá gestum og fyrireikarum eru sum heild sera positivar. Nú verið farið undir at nærlesa og leggja til rættis til komandi ár. Onkrar tillagingar verða helst gjørdar, men eitt er vist: Vísindavøka verður aftur. Næstu ferð verður tað 27. september 2013 og tað verður størsta og besta Vísindavøkan nakrantíð!