542572cc96c920d12396d0f1ad391670.jpg
Skriva út
Lagt út: 14.09.2011

Vísindavøka fyri stór og smá

Tað verða tiltøk til stór og smá á Vísindavøkuni 2011. Framsýningarnar og framløgurnar fríggjadagin 23. frá kl 9.30 til 15.00 eru serliga hugsaðar til ung og vaksin. Les alla skránna her 

Eitt serligt øki verður til børn, har tað ber til at royna ymiskt stuttligt. Her vera onkrar kappingar við smáum vinningum, m.a. um, hvør skjótast kann byggja eitt ethanol-mýli. Sum tað sæst á myndini omanfyri er rúmligi mýl-strukturin ikki ólikur hundi. Eisini verða fleiri stuttligar uppgávur at royna seg við.

Ein teknikrókur verður, har børnini kunnu royna at tekna ein granskara ella okkurt annað, meðan tey vaksnu kunnu hoyra granskararnar ella royna seg við onkrum uppgávum. Nakrar myndir frá teknikappingini Tekna ein Granskara verða framsýndar og málningurin, sum bólkurin Pixel málaði til tiltakið Vitan á Skák, verður eisini at síggja.

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.