Vísindavøka - ein løta til økta vitan
Fríggjakvøldið 26. september verður Vísindavøka fyri fyrstu ferð í Føroyum. Tað er Granskingarráðið, sum nú tekur hetta tiltakið upp fyri at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.
Í fleiri ár hevur European Researchers’ Night verið fyriskipað 4. fríggjakvøld í september á hvørjum ári. Hetta kvøldið eru nógv ymisk tiltøk á skránni um alt Europa, við tí endamáli at økja áhugan fyri gransking og granskingarúrslitum í samfelagnum.
Til ber at lesa meira um tiltakið European Researchers’ Night her.
Tann fyrsta føroyska vísindavøkan verður fríggjakvøldið 26. september 2008 á Náttúrugripasavninum á Debesartrøð í Havn.
Meira fæst at vita um tiltakið og luttakandi granskarar seinni.