Midnamsskulin I Suduroy
Skriva út
Lagt út: 05.03.2024

Vísindavøka á ferð í Suðuroy mikudagin 6. mars

Mikudagin 6 mars fer Vísindavøka á ferð í Suðuroy.

Hetta er tiltakið, sum skuldi havt verið síðsta heyst, men sum varð útsett fyri veður.

Tað verða tvey tiltøk, kl. 12.00 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy og kl. 19 í Miðlatúni í Vági.

Á skránni verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør.

Framløgurnar verða hesar:

Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy
Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið

Alduorka í Føroyum
Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið

Ein kanning um, hvussu føroyingar, sum hava hjálpartól, uppliva hjálpartólatænastuna
Turið Jacobsen, gestagranskari, Fróðskaparsetrið

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.