289995793c1b6baf208648bc0612900d.jpg
Skriva út
Lagt út: 31.08.2011

Vísindavøka 2011 - set kross í kalendaran 21.-23. september

Skráin fyri Vísindavøkuna 2011 er nú klár. Í ár verður tiltakið í Norðurlandahúsinum.

Mikukvøldið 21. september kl. 19 verður lagt fyri við forkunnugum fyrilestri við Jørn H. Hurum fornverufrøðingi frá Naturhistorisk Museum í Oslo. Hann fer at tosa um miðling av gransking, um sínar royndir av at samstarva við miðlarnar og um samskifti hjá vísindafólki við samfelagið. Les meira her.

Hóskvøldið 22. september kl. 19 er kjakfundur um granskingarpolitikkin Vitan & Vøkstur á skránni. Helena Dam á Neystabø, Annika Sølvará, John D. Olsen, Sigurð í Jákupsstovu, Marita Rasmussen, Ólavur Ellefsen og Rúni Weihe leggja fram.

Fríggjadagin 23. september frá kl 9.30 til 15 verður tiltak í forhøllini við básum og veggum, har granskingarstovnarnir á ymsan hátt fara at lýsa og vísa, hvat tey arbeiða við. Høvi verður at práta við granskarar og royna ymiskt.

Níggju stuttar framløgur vera í Klingruni, heitini eru: Eygleiðing av eldgosum,  CTD í Føroyum, Heima er ikki til. Ferðafrásagnir K.O.Viderøs, Hvat ger aling við umhvørvið?,  “Tú verður tað tú etur – tað verður laksurin eisini, Fólkaatkvøður í Føroyum, Stoffskiftissjúkur í Føroyum, Sub-basalt imaging - kaga undir basalt og Posttraumatisk strongd.

Fríggjakvøldið 23. september kl. 19 verður tiltak, har evnið er matur, úr einum granskingar- og menningar-sjónarhorni. Jóan Pauli Joensen, Annika Waag, Rólvur Djurhuus og Jóhann Mortensen hava styttri upplegg, høvi verður at royndasmakka ymiskt og tónleikur verður afturvið.

Les alla skránna her

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

Vísindavøkan er partur av størri heild
Vísindavøka er partur av tiltakinum European Researchers' Night, sum fer fram í fleiri enn 320 europeiskum býum samstundis. Hetta er fjóðra árið á rað, at Granskingarráðið saman við granskingarstovnum o.ø. skipar fyri Vísindavøku. Til ber at lesa um undanfarnu tiltøkini her.

Eitt av endamálunum við Vísindavøkuni og øllum hinum tiltøkunum á Researchers' Night er at vísa á at granskarar "eru vanlig fólk við einum serligum arbeiði". Umframt teirra spennandi yrkir eru vísindafólk alt møguligt annað eisini, ítrottarfólk, tónleikarar, skótar, náttúrumenniskju, politikarar og so framvegis. Við tiltakinum bjóða vit almenninginum at hitta fólkini úr granskingarumhvørvinum sum kunnu geva teimum innlit í, hvat rørir seg innan gransking í Føroyum í dag.