76acb82f2360804c4529343693dc92c1.gif
Skriva út
Lagt út: 24.07.2008

Vísindaráðið valt


Føroya Vísindaráð er valt á fyrsta sinni, boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi. Føroya Vísindaráð skal orða tann yvirskipaða strategiska granskingarpolitikkin, sum við felags hugsjón fevnir um gransking, menning og nýskapan. Í yvirskipaða granskingarpolitikkinum er ætlanin, at serlig høvuðsøki verða raðfest fyri eitt ávíst tíðarskeið samstundis sum fíggjarligu íløgurnar fylgja við. Vísindaráðið er mannað við landsstýrisfólkunum, umboð úr vísindaliga umhvørvinum og vinnuni. Hetta fyri at fáa størst møguligt samband millum vinnulívið og yvirskipaða granskingarpolitikkin.

Limirnir í Vísindaráðnum eru:

løgmaður, Jóannes Eidesgaard
landsstýriskvinnan í granskingarmálum, Kristina Háfoss
landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal
landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen
landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen
landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen
landsstýriskvinnan í løgmálum, Helena Dam á Neystabø
landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm

Harumframt hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, tilnevnt hesar limir í Vísindaráðið:

Bergur Poulsen, stjóri, vegna arbeiðsgevarafeløgini
Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil. & Ph.D., vegna Fróðskaparsetrið
Jan Arge Jacobsen, dr. scient., vegna náttúruvísindaligu granskingarstovnarnar
Marjun Patursson, bókavørður, vegna hugvísindaligu granskingarstovnarnar
Erland Viberg Joensen, Ph.D., vegna løntakarafeløgini

Sambært lógini kann løgmaður eisini tilnevna tveir limir, og hesir eru:
Hermann Oskarsson, stjóri
Sjúrður F. Olsen, Ph.D. og dr.med.

Løgmaður er formaður, og landsstýriskvinnan í granskingarmálum er næstformaður. Formaðurin í Granskingarnevndini hevur møtiskyldu í Vísindaráðnum. Stjórin fyri Granskingargrunnin er skrivari Vísindaráðsins.

Við skipanini av Føroya Vísindaráði eru umráðandi stig tikin til, at fáa eitt týðandi strategisk samfelagsmenningaramboð. Saman við Granskingarnevndini skal Vísindaráðið tryggja eina effektiva íløgu, ið framleiðir hágóðskuvitan á altjóða stigi til gagns fyri samfelagið, har dentur serliga verður lagdur á øki, har vit hava serligan førleika og tilfeingi at gera rannsóknir og veruliga kunnu gera okkum galdandi á altjóða støði.